[Dagført] Sesong 2 í CS:GO kappingardeildunum

Sesong 2 verður stór. Vit fara at biðja øllum um at lesað mannagongdina væl og virðiliga, soleiðsnar, at eingin ivi er um nær møtast skal, dystast og hvat hendir aftaná dystinirnir. Deild A fara at spæla um ein stóran vinning á yvir 15.000,-, við einum stórum offline-tiltakið sum finalu umfar, har mannagongdin er tann sama sum seinast; nr 1 spælir ímótir 4, og nr 2 ímótir nr 3.* Vinnarnir í Deild B spæla um ein vinning og ókeypis atgongd til Sesong 3, ið vit longu kunnu avdúka, verður uppaftur størri!

Í sesong 1 høvdu vit yvir 25.000 lesarir á greinumum hjá okkum og 5.000 hyggjarir á okkara livestroyming, har vit tillutaðu yvir 8.500,- í vinningum. Avtrat teimum 8.500,- valdu vit saman við Vodafone at geva ein eyka vinning til tann besta CS:GO spælaran í Føroyum, ið var Heðin Mortensen. Hann reyk avstað við yvir 2.000,- avtrat tí methøga vinninginum saman við liðinum hjá honum. Seinast vóru tað 104 leikarir ið tóku lut í okkara kapping, ið síðani endaði við einum endabrestið niðri í Vodafone í Havn.

Vit hava tosað við Heðin Mortensen um hvussu seinast var, og hvussu stóran týdning tað er at hava eitt felag ið berir tað Føroyska eSports støði hægri, við vinningum og servarum.

“Eg haldi tað vera sera tydningarmikið at hava eitt felag sum eSport.fo, sum hjálpur við at gera eSport scenan størrið og betri, við at gera nógvar kappingar, og at kappingarnir eru spældir á føroyskar servarir. eSport.fo er eisini eitt stað har sum fyritøkur kunnu sponsorera kappingar og fáa teirra produkt út, medan vit fáa hægri vinningar til kappingarnir”.

Í ár verður aftur finalu-tiltak í Deild A, har top 4 liðini eru bjóðaði við í SMS at spæla um tann methøga vinningin á yvir 15.000,-. Hesaferð gera vit tað enn størri; pláss til yvir 300 áskoðarum, har liðini spæla í básum. Vit hava gjørt góðar avtalur við SMS og Vodafone í Sesong 2, har hølið, servarir og internet av tí besta verður veitt undir allari kappingini. Hetta verður stórt!

EYKA KVALIFIKATIÓN!

Tann 24 og 25 februar verður ein lítil eyka kvalifikatión til Deild A, ið vit hava valt at gera hesaferð. Hetta er nakað okkara nærmastu grannar gera uttanlands, so sum Ísland, ið vit samskiftast við. Øll lið** eru vælkomin, og seinasta freist at meldað lið til tí kappingina er 20 Februar. Hettar er ein gyltur møguleikið hjá øllum at spæla við í Deild A, um tann stóru vinningin.

Mannagongd

Allir dystir verða spældir í Bo3 formati, bæði í eyka kvalifikatións kappingini og í kappingardeildunum. Dystirnir byrja vanliga klokkan 19:00, og liðini hava 15 min at koma inná servarnir. Broytingar í tíðunum kunnu fyrikoma, so fylgi altíð við á www.eSport.fo fyri seinastu dagføring av tíðunum. Tað er ikki altíð at liðini verða kunnaði umvegis facebook áðrenn, tó gera vit vanliga ongantíð broytingar sama dagin eitt lið skal spæla, og vit royna at avtala við bæði liðini áðrenn hvørjaferð.

Um eitt lið ikki er á servarinum áðrenn 15 min yvir avtalað tíð, so kann hitt liði velja at fáa default win. Tað skal tó skjalprógvast við einum myndi av scoreboard in-game og skrivast/sendast til eSport.fo á facebook sum skjótast. Tað ber IKKI til at fáa default win um liðini byrja dystin eftir teimum 15 min. Liðini kunna avtala innanhýsis um at byrja dystin seinni sama dag, men skulu avtala við eSport.fo um at broyta dato á dystinum.

 

Tá bæði liðini eru á servarinum ið er tillutaður teimum, skal BERT liðskiparin trýsta á .veto í kjatt. Hettar setur bann-pick-processiona ígongd.

  1. Bæði liðini skulu møtast á mid fyri at kníva um HVØR skal bannað fyrst, tað liði sum bannar næst sleppur at velja tann banan ið skal spælast. T.d.
    1. á menu’ina eru 2 banar eftir:
    2. De_Nuke
    3. De_Cache
    4. Tá 2 banar eru eftir á menu’ini, skal tað IKKI bannast, men VELJAST hvør skal spælast
    5. TIP: Lesið altíð hvat stendur ovast á menu’ini in-game.
  2. Síðani skulu allir skriva .ready á kjatt fyri at byrja spælið, eru trupulleikar, kemur ein admin inná og RESETTAR dystin / ger knív runduna manuelt fyri tykkum.

 

Krøv til liðini

  • !!! Seta teamtag á ÁÐRENN fari verið á servarin. Verður hetta ikki gjørt, kann liði fáa loss fyri dystin og fær ikki hjálp aftaná dystin ella atgongd til demos, statistik og annað. Sí her fyri hvussu tit gera. https://www.youtube.com/watch?v=jZqFhje-9IE 
  • Liðskiparnir logga á okkara Teamspeak, fyri at fáa samband við hitt liði ella fyri at fáa hjálp. Vit viðmæla altíð at nýta okkara Teamspeak servara, tað ger tað lættari at fáa samband við hitt liði og fyri at fáa hjálp
  • Gera .veto tá allir liðmenn eru á servarinum
  • Fylgja við nær tit skulu spæla, eru spurningar, spyrji inni á okkara Facebook ella Teamspeak, og fortelji fyrst hvat fyri lið tit eru
  • Hyggi á channel inni á teamspeak – har stendur COPY & PASTE til console-joining til servarnir um ivamál er. Á eSport.fo stendur eisini hvønn servara/addressu tit skulu á við COPY & PASTE

Aftaná dystin

Skrivað til okkum á facebook ella skrivað/fortel okkum á teamspeak, um hvør vann dystin(Fortel liðnavni og hvat støðan bleiv).

Map pool

Í Sesong 2 fylgja vit Valve’s almenna Active Map Pool.

Hesir banarnir verða spældir í CS:GO kappingardeildunum og í eyka kvalifikatiónini, og bæði liðini skulu bannað fram til tá 2 banar eru eftir, og tá skal tað síðsta liði VELJA bana. Admins eru klárir á teamspeak til at hjálpa, resetta, gera knív rundar og svara spurningar. UM admin heldur at ein feilur hevur verið í, kann hann RESETTA dystin og force’a at byrja av nýggjum. Hetta hendur vanliga bara tá feilur er í knív rundunum.

Active Map Pool
Mirage
Train
Nuke
Cache
Cobblestone
Overpass
Inferno

Freistir

Seinasta freist at melda seg til kappingardeildirnar er 26. Februar
Leinkji at melda seg til:
https://goo.gl/forms/qPgYhwDn8ZAHn5vs2
Seinasta freist at gjalda er 28. Februar. Eyka kvalifikatiónin er ein ókeypis kapping.

Konto:
6460 – 0005598348 | Gavur ~ esport.fo

Deild A

Byrjar fríggjadagin tann 3 Mars.

(10 mars, 22 mars, 24 mars, 29 mars, 31 mars, 5 apríl, 15 apríl (tíðliga um dagin, gera okkurt stórt við her), 19 apríl, 21 apríl, 24 apríl ella 25 apríl, 28 apríl). Tíðurnar kunnu broytast um neyðugt er. Møguliga verða 2 eyka umfør, har tað er tilvildarligt hvørji lið spæla ímótir hvørjum øðrum.

Finalu dag: 27 Mai

 

Deild B

Byrjar Hósdagin tann 2 Mars.

(5 mars, 11 mars, 17 mars, 20 mars, 23 mars, 27 mars, 30 mars, 3 apríl, 6 apríl, 14 apríl, 23 apríl, 27 apríl, 1 Mai, 4 Mai, 8 Mai, 11 Mai). Tíðurnar kunnu broytast um neyðugt er.

 

SNÝT og aðrar reglur

Um ein spælari snýtir, fær spælarin MININUM 1 árs bann, upp til 2 sesong ban ella perma ban. Tað ber til at rapporterað til eSport.fo um ein heldur at ein snýtir, best er at samla fleiri ið siga tað sama áðrenn vit takað tað seriøst. Síðani ferð eSport.fo toymið(15 fólk) at takað eina avgerð um spælarin snýtti og skal fáa ban. VAC-ban er beinleiðis ban. 

Misbrúka bugs á banum
Tað er ikki loyvt at misbrúkað bugs á banum ið gevur fyrimun til liði. Verður hettar gjørt, tekur eSport.fo toymi avgerð um straff til alt liði.

 

Bumba
Ikki er loyvt at misbrúkað bugs við bumbum, t.d. at boost planta bumbuna, planta har tað ikki er gjørligt at defusa ella at hoyra bumbuna.

Pausa
Tað er loyvt at pausa í dystinum við góðum endamálið, t.d. taktik. Tað er IKKI loyvt at pausa fyri at fara at roykja, eta ella nakað ið ikki er serliga viktigt fyri dystin.

Scripts
Scripts ið geva fyrimun yvir hitt liði, t.d. bunnyhop, aimbot osv er IKKI loyvt, og beinleiðis straff kann gevast. Buy-script er loyvt.

 [Dagført]

FAQ

[Script] Jump Throw er ikki lov.

1 pausu per lið í hvørjum dysti(tactical), um tekniskir trupuleikar eru, so kann ein admin kann koma inná og pausa fyribils(avgerð hvussu leingi hon er tá).  180 sekund per pausa.

Hvørt lið kann hava 3 útskiftarir, og teir kunnu spæla í allar dystirnar. Teir kunnu útskiftast um tekniskir trupuleikar eru í meðan spælið er, og annars aftaná hvønn dyst ber tað til at skifta spælara út.

Allir dystir skulu spælast 5v5, óansæð innanhýsis avtala.

Fyriskiparir hava ikki loyvið at verða við, tó kunnu frásøgufólk verða á einum liði. Admins ið hjálpa við servara tilfarið eru ikki fevnd sum fyriskiparir.

 

*Møguliga broyting í hesum, og hvussu nógv lið verða har.

**Lið ið eru við í Deild A hava ikki møguleikan at verða við.

Cart
  • No products in the cart.