Í næstum byrjar sesong 5 av Elektron deildini! Elektron deildin er føroya besta CS:GO kappingardeild, og hon hýsir 8 av Føroya bestu CS:GO liðum. Í Elektron deildini verður spælt um 50.000,- í vinningum, sum verða lutaðir til topp 5 liðini á hesum sinni. Enn einaferð eru tað fleiri nýggjir leikarar ið ynskja at gera um seg á Føroya bestu CS:GO kappingardeild.
Dystirnir í Elektron deildini eru lagdir til hvønn týsdag og hósdag komandi vikurnar, men um tað ikki liggur fyri, hava liðini møguleika fyri at flyta dystirnar. Hetta vil so siga, at dystarskráin er løgd til rættis, og kann síggjast á CS:GO síðuni hjá okkum.
Í undankappingini vóru fleiri góðir dystir at síggja, og støðið í Elektron deildini verður væntandi bara hægri. Í fyrstu rundu vóru tað ÍÐkaABeAsTz og TeamSpik sum sigraðu, og komu beinleiðis víðari til Elektron deildina. Í aðru rundu vóru tað Bo1 dystir, og har sigraðu TeamSpik 16-5 á Músa Víkingum, og 10 Minuttir 16-5 á ÍÐkaABeAsTz. Triðja rundan var finalan í undankappingini, har TeamSpik vunnu 2-0 á 10 Minuttum. Finalan um tað 8. og síðsta plassið í Elektron deildini var í millum SmallNFat og SpaceCowboy. Eftir tveir tættar dystir og støðan var blivin 1-1, valdu SmallNFat at taka seg úr kappingini, ið merkir at SpaceCowboy ognaði sær 8. og seinasta plássið í Elektron deildini.
Hesi eru liðini sum eru við í sesong 5 av Elektron deildini:
Lið: Team Spik Leikarar: Hanus ‘Hunsar’ Christophersen Magnus D. ‘Madapat’ Patursson Bogi ‘Nutson’ Lamhauge Hans ‘Faroe Mystic’ Jakobsen Petur I. ‘HappyFeet’ Bjellvåg |
Lið: Team Ballast! Leikarar: Jákup V. ‘exirpit’ D. Martin F. ‘UnluckyBird’ J. Hanus ‘heimardinker’ J. Jógvan M. ‘LAZ’ J. Meinhard L. ‘sa1nt’ M. |
Lið: SpaceCowboy Leikarar: Jákup P. ‘HyperSniper’ Dam Brandur ‘Rooster’ Sólmunde Ólavur ‘90lavur’ Dølum Vilmar ‘ima’ Mouritsen Tórur ‘Leifsson’ Leifsson Útskiftarar: Eyðun ‘Chopa’ Hvannastein Einar ‘Al3k’ Thorsteinsson David ‘asif’ Guttesen |
Lið: Músa Víkingar Leikarar: Edmundur ‘Ozz’ Johannesen Bjarni D. ‘Frosty’ Zachariasen Elmar ‘Elmir’ Jacobsen Jacob ‘mOgens’ Vitalis Karim H. ‘SkrtNeglHann’ Joensen Útskiftarar: Gunnar ‘Wreckon1ze’ Christiansen Margus ‘Dush’ Heinesen |
Lið: 10 Minuttir |
Lið: íÐkABeAsTz Leikarar: Símun ‘SiMoNiO™’ Heinesen Olaf ‘falO’ Hansen Marni ‘Marn1’ Miðalberg David E. ‘Hans Kari’ Poulsen Símun H. ‘n0Fr1endS -iwnl-‘ Poulsen Útskiftarar: Aleks ‘SkríggJ’ Jacobsen |
Lið: NoHitWonders Leikarar: Sveinur ‘Mercenary’ Rasmussen Teodor ‘TeddyS’ Jacobsen Pætur ‘Raindrop’ Berjastein Hovgrímur ‘Caliban’ Magnussen Ian ‘?ÐANN’ Klein |
Lið: TT Gaming Leikarar: Heðin ‘HMonster’ Mortensen Rókur D. ‘Rdn’ Norðoy Aron ‘Arizon’ Hammer Fríði L. ‘frusaZ’ Zachariasen Jógvan ‘Jimmy’ Sólsker Útskiftarar: Dánial G. ‘IPawnDeyzi’ Joensen |