Síðsta umfarð í CS:GO-kapping

Seinastu tveir mánaðirnar hava føroyskir telduspælarir kappast um finalupláss í telduspælinum CS:GO. Hetta vikuskifti verður síðsta umfarið í deild A sett í gongd.

Tey seinast 9. umførðini hava liðini Stole Your Glory og Meet Your Destiny lagt seg á 1. og 2. pláss. Bæði liðini hava vunnið 7 dystir og tapt 2, men Stole Your Glory hava ein lítlan fyrimun í mongdina av rundum teir hava vunnið innanhýsist í hvørjum dysti.

Soleiðis sær stigatalvan hjá deild A út í løtuni.

stigatalva

Fýra tey bestu liðini í deild A spæla seg víðari til finaluna. Tí er tað longu greitt at Stole Your Glory og Meet Your Destiny hava tryggja sær pláss í finaluni. Men har sum spenningurin liggur, er í tí lægra partinum á stigatalvuni. Sum sæst á stigatalvuni so er tað tætt frá 6. plássinum og upp til 3. plássið. Hvørji tvey onnur lið ið skulu við S.Y.G og MYD í finaluna, verður avgjørt hetta vikuskiftið.

Teir fara at spæla um meira enn 15.000,- í vinningi frá Vodafone, Expert og SMS. Finalan verður leikt tann 27 Mai niðri í SMS, har nógv verður gjørtur burturúr.

Skráin fyri umfarið sær soleiðis út:
Fríggjadagin 05.05.17 kl. 19:00 Team Ballast – Team Suh Dude
Leygardagin 06.05.17 kl. 16.30 Stole Your Glory – NiceGuyS
Sunnudagin 07.05.17 kl. 18.30 Meet Your Destiny – Dudes In Suites

 

Allir dystirnir verða stroymaðir á www.esport.fo, og har ber eisini til at síggja úrslitini av undanfarnu umførðum. Inni á teimum ymisku stroymunum verða burturlutingar eisini latnar.

Leggi til merkis, at NiceGuyS og DiS hava leikt ein dyst minni enn hini liðini. Tann dysturin verður leiktur hósdagin 04.05.17 kl. 19.00 og eisini livestroymdur.

 

 

Cart
  • No products in the cart.