Síðsti kjansur at melda seg til!

Tað er kl 17 í dag, hósdagin 24. februar, at er freistin at melda seg til ársins Effo Deild. Tað er sera ymiskt, hví fólk velja at luttaka. Nøkur brenna fyri kappingini, onnur ynskja bert at stuttleika sær saman við vinfólki, og so eru tað fleiri, ið hava sett sær fyri at vinna fyrstaplássið fyri feita vinningin.

Regin Ingi Midjord, in-game navn Ruzter, sum er millum hægstu LoL-spælararnar í Føroyum, hevur hetta at siga um komandi kappingina:

“Tað er onki so gott sum tað adrenalinið, mann fær við at spæla í kappingum. Kenslan, mann fær, er nakað heilt fyri seg. Eg var ikki við í síðstu kapping, sum eg angri stórliga. At síggja teir bestu spælararnar kappast, geva tí alt og hava tað stuttligt er ikki tað sama, tá mann ikki er við sjálvur!”

Óansæð grundirnar mann hevur at luttaka, so verður tað óivað ein ótrúliga spennandi og mennandi kapping fyri League of Legends scenuna í Føroyum!

Nú er síðsti kjansur at melda seg til, og um mann enn manglar spælarar ella lið til kappingina, so er at skriva sum skjótast til eSport.fo, Magna Hansen ella Kristin Rønne Olsen á messenger. So finna vit út av onkrum. Góða eydnu!

Cart
  • No products in the cart.