Skifti í OG

Gjárakvøldið legði facebook síðan hjá liðinum hjá Johan “n0tail” Sundstein, OG eitt útsagn út ið fá høvdu sæð koma. Tal “Fly” Aizik og Gustav “s4” Magnusson eru blivnir seldir til Evil Geniuses (EG), ið júst hava slept Clinton “Fear” Loomis og Rasmus “MISERY” Filipsen úr teirra sáttmála. Hesin flutningurin var óvantaður fyri flestu OG fans, ið hava sæð liðið hildið saman í 2 ár nú við heilt góðum úrslitum sum t.d. teirra tveir major sigrar og top 8 í The International. Sigast skal at hetta kappingarárið ikki hevur verði nøktandi fyri einum so stórum liðið sum OG, har teir bert hava megna at vunni eina kapping í var MDL Macau áðrenn árskifti.

Sébastien “7ckngMad” Debs; spælari/venjari hjá OG legði skjótt aftaná hesu tíðindi eina blogg út har hann legði sínar viðmerkingar til tað sum var hent. Hann segði at hetta skifti var líka óvantað fyri hann sum tað var fyri okkum og at hann var skuffaður yvir at liðið ikki kláraði at fáa meira burturúr áðrenn teir fóru, men at hann í síðsta enda skilur at fyri summi er viljin at vinna alt, og tí ynskir hann teimum góða eydnu víðari í EG. Men í sama bloggi sigur hann eisini at OG ikki fara at leggja seg niður vegna hesum men fara at roysa seg up aftur við hesum orðum. “After the rain comes the sun, right?

Today’s sunshine has been more beautiful than ever. I am lucky enough to be surrounded by incredible people, and be assured that we shall build OG back up, back to where it’s meant to be”.

Um góðar 2 vikur verða úrtøkukappingar til størstu Dota 2 kappingina í ár; The International (TI) 2018 ið vantandi fer at hava eina vinning á 30 mió dollarir ella 192,932,550.00 Danskar krónir, og til tað tí noyðast OG við Johan Sundstein at finna 2 nýggir leikarir og fáa eitt nýtt lið at rigga, um teir skullu hava nakran møguleika at spæla um allan hendan peningin.

Núverandi OG liðið er

Sébastien “7ckngMad” Debs, Frakland Johan 

Johan “n0tail” Sundstein, Danmark/Føroyar

Jesse “JerAx” Vainikka, Finnland

Við hesum nýggu spælarunum á liðinum sær Evil Geniuses út sum eitt sera farligt lið ið hevur møguleikan at vinna sítt næsta TI.

Nýggja EG liðið er

Artour “Arteezy” Babaev, Canada

Sumail “Suma1L” Hassan, Pakistan

Gustav “s4” Magnusson, Svøríki

Andreas “Cr1t-” Nielsen, Danmark

Tal “Fly” Aizik

Skrivað hevur Sverri Køtlum.

Cart
  • No products in the cart.