So skjóta vit Elektron Deildina ígongd!

Í dag kl. 19:00 byrjar fyrsta umfarið í Elektron Deildini, og vit vilja bjóða fleiri nýggjum liðum vælkomum í deilduna. Umleið 30 nýggir luttakarar hava skrásett seg. Vit fegnast um, at fleiri nýggir spælarar luttaka i kappingardeildini.

Í dag er fyrsti leikdagur, og tað verður væntandi ein sera spennadi leikdagur. Tað er eysæð, at fyrsti dysturin hevur nógv at siga fyri liðini. Tað er týdningarmikið at fáa eina góða byrjan og samstundis tillaga seg eftir, hvussu hini liðini spæla. Eisini fáa vit at síggja, um støðið er eins høgt sum í fjør.

Fleiri av leikarunum eru kendir av eSport.fo og hava verið við frá fyrstu sesong. Nógvir teirra eru ímillum bestu í Evropa, um hugt verður eftir teirra MM rank, Global elite. Tað merkir, at fleiri av luttakarunum í Elektron Deildini Sesong 5 eru í topp 0.75% í øllum heiminum.

Vit fara sjálvsagt at livestroyma í dag og byrjað verður umleið 30 min, áðrenn dysturin byrjar. Livestroymdi dysturin er ímillum No Hit Wonders og SpaceCowbow. Hesi lið vóru bæði við í fyrru sesong. Mett verður, at dysturin verður sera javnur, tí bæði liðini vóru mítt í tabellini í fjør.

Vit livestroyma á https://esport.fo/live og á https://www.twitch.tv/esportfo

Dystirnir, ið verða leiktir klokkan 19:00 ídag eru:
Músa Víkingar vs Íðkabeazt
No Hit Wonders vs SpaceCowboy
TT gaming vs 10 Minuttir

Hesin er útsettur
TeamSpik vs Team Ballast

Júst hvørji dystir verða vístir alt kappingarárið sæst á eSport.fo/csgo. Vit dagførða dystarskránna og streamingsskránna hvørja spældað rundu.

Stuðlarnir til Elektron Deildini hesaferð eru: Elding Elrisin, Føroya Bjór(Jolly, Sisu), Pizza67 og Elektron. Saman við teimum lutað vit vinningar fyri 50.000,-, harav 10.000,- í kontant.

Cart
  • No products in the cart.