Søgan hjá FIFA

Tað fyrsta FIFA spælið ið kom út, var FIFA International Soccer í 1993. Hetta spælið hevði 16-bit grafikk, brúkti ikki nøvnini hjá veruligum leikarum og kundi bert spæla sum landslið. Størri broytingar vóru í FIFA 96, har 3D grafikkur bleiv nýttur og fyri fyrstu ferð vóru veruligur fótbóltsleikarir í spælinum og veruligar fótbóltsdeildir.

FIFA: Road to World Cup 98 hevði uppaftur betri grafikk, fleiri lið og stadium. Hetta var eisini tað fyrsta FIFA ið nýtti populeran tónleik í spælinum og offside regulin kom til FIFA.

FIFA 2001 kom við einari power bar tá man skeyt bóltin (FIFA 2002 kom við einari powerbar til avleveringar) og var tað fyrsta FIFA har man kundi spæla online ímóti øðrum spælarum. Harumframt blivu tey røttu búmerkini brúkt fyri fyrstu ferð.

FIFA 08 kom við “Be a pro”, har spælarir bert stýra einum fótbólts leikara í dystinum. Hetta var forbedrað við FIFA 09, har “FIFA 09 Clubs” bleiv tikið í nýtslu. Her kundi spælarin gera sítt egna felag, ella tilmelda seg til onnur feløg og spæla sum eitt nú áleypari ella verjuleikari. FIFA 09 kom eisini við Celebrations og Ultimate Team.

FIFA 12 kom við einum hópi av gameplay broytingum: Player Impact Engine, Precision Dribbling, Tactical Defending og Pro Player Intelligence.

FIFA 17 kom við einari “story mode”, har man kundi spæla sum Alex Hunter í “The Journey”. Og eisini í FIFA 17 kom “Weekend league” fyri fyrstu ferð.

FIFA 18 var tað fyrsta FIFA, har ICONS vóru á øllum konsollum. Eisini bleiv AI verjuspælið broytt sera nógv, har man sum spælari fekk størri ávirkan á verjuspælið.

FIFA 19 kom við Champions League, Europa League og Super Cup umframt tann sísta kappittulin hjá Alex Hunter í story mode. Í FIFA 20 sóu vit Volta mode, eitt street football mode sum vit ikki høvdu sæð síðan FIFA Street.

Tað seinasta FIFA, FIFA 21, hevur Mbappe á cover’inum. Hendan útgávan legði nógv størri dent á Ultimate Team enn áður, har man kann tillaga sín FUT club meira enn áður.

Síðan tað fyrsta FIFA í 1993, hevur tað selt 325 mió. eintøk tilsamans og er eitt tað mesta selda spælið í heiminum. FIFA 22 kemur út 1 Oktober 2021.


Øll sum luttaka í kappingini stuðla Krabbameinsfelagnum, og allir hyggjarir kunnu stuðla við at lata pening umvegis livestroymingini. Øll kunnu vera við til at gera sítt til at hjálpa Krabbameinsfelagnum.

Fifakappingin verður hildin í Perluni í Tórshavn tann 17. og 18. september 2021 og tilmelding fer fram á esport.fo 

Cart
  • No products in the cart.