Spæla um 58.000 krónur í telduspæli!

Tann 5. Juli bjóðar eSport.fo øllum føroyingum niðan í Hoyvíkshøllina í sambandi við finalurnar í Elektron deildini. Elektron deildin er fyriskipað av eSport.fo í sambandi við stuðlarnar Elektron, POWER, Føroya Bjór, Hey og Pizza67. Hetta er størsta tiltak í føroysku eSport søguni, tá tey fýra liðini leika um heilar 58.000,- krónur í vinningum, ið verða latnir av stuðlunum.

Stuðlarnir til Elektron deildina bjóða ymiskt í Hoyvíkshøllini á finaludegnum tann 5. Juli. Millum annað verður framsýning av vøruúrvali, giveaways, eins og smærri kappingar fyri áskoðar sum verða til staðar. Øll sum møta upp eru við í dráttinum um at vinna kassar av sodavatni frá Føroya Bjór.

Í samstarvi við POWER skipar eSport.fo eisini fyri einari 1v1 kapping í Counter-Strike: Global Offensive. Kappingin er egnað til øll sum kundu hugsað sær at verið við ella roynt CS:GO spælið. Vinningar frá stuðlum okkara verða lætnir til vinnaran av 1v1 kappingini, millum annað fleiri rammur av SISU er á spæl.

Tey fýra liðini sum eru í finalunum í Elektron deildini eru Team Ballast, BloodSportGaming, Team TT og Space Cowboys. Hesi liðini hava spælt seg víðari í einari online úrtøku kapping fyri at ogna sær pláss í finalunum.

Á Team Ballast eru:
Jákup Viljam ‘exirpit’ Dam
Martin  ‘UnluckyBird’ De Fries Justinussen
Jógvan Martin ‘LAZ’ Joensen
Petur Ingvar ‘Happyfeet’ Bjellvåg
Ragnar ‘Grindaboð’ Kruse

Á BloodSportGaming eru:
Bjarni ‘Frosty’ Due Zachariasen
Herman ‘HolmesJunior’ Joensen
Hans ‘FaroeMystic’ Jakobsen
Fríði ‘FrusaZ’ Lómstein Zachariasen
Heðin ‘HMonster’ Mortensen

Á Team TT eru:
Aron ‘Arizon’ Hammer
Rókur ‘RdN’ D. Norðoy
Petur ‘Dixer’ Petersen
Jógvan ‘Jimmy’ Sólsker
Emil ‘m1lle’ Lyngvej-Larsen

Á Space Cowboy eru:
Jákup ‘KingQuantum’ Pæturssonur Dam
Daniel ‘DannyS’ Djurhuus Rein
Vilmar ‘Ima’ Mouritsen
Edmundur ‘Ozz’ Johannesen
Hans Kristian ‘Yatzi Maniac’ Á Plógv

Støðan í Elektron deildini sær soleiðis út:

Skráin fyri finaludagin tann 5. Juli sær soleiðis út:
Klokkan 16:15 Byrja dystirnir í semi finalunum, har báðir dystirnir verða spældir samstundis. Vit stroyma og vísa dystin í millum 2. og 3. pláss fyrst. Hetta er av tí orsøk, at hesin dysturin verður mettur at verða tættari og meira spennandi.
Nummar 1 (Team Ballast) spæla í móti nummar 4 (Space Cowboys).
Nummar 2 (BloodSportGaming) spæla í móti nummar 3 (Team TT).
Klokkan 19:15 vænstast at finalan byrjar. Hetta er ikki sett í stein, tí ikki er vist hvussu leingi dystirnir í semi-finalunum varða.

Dagin eftir finaludagin verður eLan #2, ið er føroya størsta gaming tiltak ið er egnað til øll! eLan #2 verður í vikuskiftinum tann 6-7. Juli í Hoyvíkshøllini. Eisini verður føroyameistaraheitið í FIFA til eLan #2, har FSF hevur stuðla við landsliðstroyggjum og atgongumerkjum til dystir. Eisini verða heiðursmerkir latin.
Øll eru vælkomin, og øll ið møta upp eru við í ymsum kappingum um at vinna ymiskt frá stuðlum okkara.

Cart
  • No products in the cart.