Nú er eitt sindur síðan nøkur kapping hevur verði har øll tey stóru liðini í Dota 2.
Í morgin byrjar StarLadder invitational, har liðini fara at kappast um tilsamans 100,000$ har vinnarin fer avstað við 45,000$.
Seks lið blivu bjóðaði við: Alliance, OG, LGD, MVP pheonix, Virtus Pro og Na’Vi.
Tvey lið hava spælt seg til kappingina: Vega og Vici Reborn.
Tað er sera ringt at spáa hvør fer at vinna hesa kappingina, tí top liðini í kappingini eru øðuliga jøvn.
Men tað verður íhvørtfall sera áhugavert, at síggja Alliance spæla aftur, seinasti almenni dysturin hjá teimun var 4. mars.