Status update í LoL kappingini

Nú er stóra League of Legends kappingin hjá eSport.fo næstan hálvrunnin, og í tí sambandi fara vit at hyggja eftir hvussu hevur gingist teimum ymsu liðinum. Fyrst eitt sindur um kappingina sjálva.

Undirtøka

Heili tjúgu lið eru við í hesari fyrstu online LoL kappingini hjá eSport.fo. Við øðrum orðum, 100 leikarir eru sum kappast um stóru vinningarnar, og tá eru eykaleikarir ikki eingongd tiknir við.

Alt bendir á at League of Legends pallurin í Føroyum er sera fjølmentur. Serliga heppnir eru føroyski útisetarnir, sum, vegna tað at kappingin verður hildin online, eisini kunnu luttaka. Ivaleyst eiga vinningarnir, og royndu fyriskiparnir eisini sín lut í stóru undirtøkuni.

Stroyming

Stórur dentur verður lagdur á at streama dystirnir í bólkaspælinum, og skotið verður eftir at øll 20 liðini verða streama minst einaferð. Frásøgufólkini eru nógv, higartil hava tíggju ymisk frásøgufólk verið við, og talið vaksur ivaleyst, hesi eru: Magni Hansen, Arnar Lognberg, Rói Kollslíð, Herman Færø, Sámal Kristiansson, Rúni Lave, Oddur Bech, Poul Arni Joensen, Christian Dahl og Ári Thorvaldsson.

Stutt um støðuna

Nú kappingin er væl á veg og vit eru nærum komin í helvt í bólkaspælinum, ber til at síggja nakrar ábendingar um hvørji lið allarhelst koma víðari. 

Bólkur A:

  • No Smite Gaming
  • Xaroe
  • Rent your Freelo
  • TT Gaming

Í bólki A hava vit No Smite Gaming og Xaroe sum einastu liðini uttan nakað tap. Serligt er at nevna dystin millum Xaroe og Rent your Freelo(RYF), har Xaroe fór við sigrinum 2 – 0. Styrkismetingin frammanundan kappingini hevði annars mett RYF til eitt fjóðrapláss, og Xaroe til nummar átta. Triðja og fjóðraplássi í bólki A eiga ávikavíst RYF og TT Gaming. Stórt lop er niður til fimta plássi. Tað verður torført hjá hinum liðinum at koma úr bólkinum. Sum sagt er tað bert fýra bestu liðini úr hvørjum bólki í koma víðari. 

Bólkur B:

  1. Faxe Kondi Boosted
  2. Spinning Gravity Rats
  3. Viðareiðismenn
  4. Teir Grønu Grísarnir

Í hesum bólkinum er verri at spáa, Viðareiðismenn og Teir Grønu Grísarnir hava bæði støðuna 3 – 1, meðan 4. og 5. plássini Epic Style og Cooldawg Beanboys hava 2 – 2.

Spennandi verður at vita hvør kemur víðari úr bólki B.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here