Steam ger stóran dagføring

Trúfasti steam klienturin hevur verið okkum ein góður vinur í nógv ár. Tó hevur hann ikki fingið nakrar heilt stórar sjónligar dagføringar tey árini, hann hevur verið til. Hetta hevur Valve nú gjørt um uppá. Nýggji Steam Beta klienturin kann nú roynast, og við honum er ómetaliga nógv nýtt.

Tað er serliga tað sosiala sum hevur fingið eina stóra dagføring í nýggja beta klientinum hjá Steam. Ovast í vinarlistanum sæst nú ein favorites-linja, har til ber at toga vinir ið ein fæst nógv við. Eisini verða vinirnir bólkaðir eftir hvørjum spæli teir eru í, soleiðis at tað er lætt at síggja hvør er tøkur til eitt ávíst spæl. Eisini sæst nú í vinarlistanum, í hvørjari støðu vinirnir eru í tá teir eru í einum spæli. Hetta skal skiljast á tann hátt, at tað nú sæst m.a. hvat støðan er í einum counter-strike dysti sum ein ávísur er í gongd við. Um vinirnir eru í einum liði, sæst eisini hvørjir aðrir limir eru í liðnum. So veit man um tað er pláss fyri einum aftrat, ella ikki. Við at gera bólkakjattir gerst tað eisini lætt at skriva til sítt crew.

Eisini hevur Steam innbygt eitt sosialt system, ið líkist eitt sindur Discord. Hetta er sera smart, tá tað er innbygt í steam klientin. Har ber til at tosa saman, eins og at skriva saman og deila links o.a.

 

Fyri at lesa nærri um allar dagføringarnar, kann lesast nærri her:
(full release notes niðast á síðuni)

https://steamcommunity.com/updates/chatupdate

Cart
  • No products in the cart.