Stór finala í CS:GO-kapping

Síðsta umfarið í tí føroysku CS:GO-kappingini var leikt undanfarna vikuskiftið. Fýra tey bestu liðini í deildini spældu seg víðari í finaluna. Tað var longu greitt áðrenn umfarið, at tvey tey ovastu liðini, S.Y.G og MYD, høvdu tryggja sær finalupláss. Spenningurin lá hjá hinum fýra liðunum í bólkinum. Tað var somikið tætt ímillum tey, at tey øll høvdu kjans at spæla seg í finaluna. Men tá avtornaði vóru tað liðini Team Suh Dude og Team Ballast ið komu víðari.

Úrslitini sóu soleiðis út:

Team Ballast 2 – 1 Team Suh Dude
Stole Your Glory 2 – 0 NiceGuyS
Meet Your Destiny 2 – 0 Dudes in Suites

Tað var kanska ein ov stórur munnfullur hjá NiceGuyS og Dudes in Suites at spæla ímóti bæði toppliðini í bólkinum, har teir máttu far heim ongul í reyv, uttan so frætt sum at fáa eitt win ímóti toppliðini.

Hinvegin eydnaðist tað Team Ballast at vinna á Team Suh Dude og tryggja sær plássið.

Niðanfyri sæst so endaliga stigatalvan fyri Sesong 2.

ligudt

Hetta merkir at NiceGuyS og Dudes In Suites flyta niður í deild B, har teir skulu leika komandi sesong í heyst.

Finalan verður 27. mai

27 mai verður finalan leikt í SMS við frásøgufólkum, pallið og pláss til 300+ áskoðarar. Eisini verða stórir vinningar latnir. Vinnarin av finaluni vinnur, umframt heiðurin sum Føroya besta lið, eisini ein methøgan vinning áljóðandi á upp til 15.000,-.

Letur tað seg ikki gera at fara í SMS at hyggja, so verður finalan eisini stroyma á www.esport.fo. Ígjøgnum alla finaluna verða eisini burtulatingar latna.  

Avrit frá sesong 2

Summi av liðunum valdu at skifta spælarar út, medan onnur valdu at halda fast vid tad gamla og heldur vera innovativir og finna nyggjar áskoðanir til spælið. Bert tey 4 liðini, sum megnadu at spæla seg til LAN-finaluna í fjørð, vóru verandi í tí sokallaða A-bólkinum. Tvey lið frá B-bólkinum høvdu vunnið sær sess, hesi vóru Liðini, Dudes in suits og Doom Turtles. Tíverri fyri Doom Turtles, høvdu tveir av teirra betru spælarum, LAZ og Frosty vakt ans hjá Team Ballast, sum er eitt etablerað lið í A-deildini og tískil valdu teir at skifta lið. Hinir tryggir, JayJayB, Mercenary og Harambe, sóu seg ikki førar fyri at skapa eitt nytt lið, sum kundi kappast vid hinum liðinum í bólki A og lótu teir seg tískil fara úr kappingini.

Av tí, at so nógvar broytingar vóru farnar fram á teimum ymisku liðinum, valdi eSport.fo toymið at skipa fyri einari kvalifikatións kapping fyri tad síðsta plássið í A-bólkinum. Heili tólv lið høvdu melda seg til hesa kappingina, men tá avtodnaði stód Meet Your Destiny eftir við sigrinum og høvdu teir tí ognað sær tað sætta og síðsta plássið í A-bólkinum.

Fyrsta umfarið fór í gongd og spenningurin var í hásæti. Fyrrverandi vinnarin Stole Your Glory tók í móti nyggjasta liðinum í bólkinum Meet Your Destiny, og sjálvt um fólk høvdu Stole Your Glory sum farvorit til at vinna, so tóku Meet Your Destiny teir á bólið og vunnu dystin 2-1, eftir at hava tapt tann fyrsta banan. Í hinum báðum dystunum bleiv tað til sigrar hjá Team Ballast og Nice Guys. Hetta seinna av liðinum fekk eina dreyma byrjan, tí eftir try umfør høvdu teir vunnið allar sínar dystir og lógu teir tí væl við í oddastríðinum. Hetta inntil teir møttu Meet Your Destiny, sum høvdu klárað seg eins væl. Meet Your Destiny vann hendan dystin 2-0 og kundu nú kalla seg fyri einsamalt oddalið. Tá kappingin var hálvrunnin sá tað tí út sum, at Meet Your Destiny, Stole Your Glory, Nice Guys og Suh Dude fóru at trekkja tey longri stráðini, um dystin, til LAN finalunar.

Seinna helvt av kappingini fór í hólt og sigast kann ikki annað enn, at spenningur kom í. Fyrrverandi føroyameistarirnir, Stole Your Glory, sum annars ikki høvdu sæð so yvirbevísandi út, vunnu allar teirra dystir, sum teir høvdu eftir og tískil yvirhálaðu teir Meet Your Destiny og vunnu sær enn einaferð fyrstapláss í A-deildini. Meet Your Destiny fingu annars eina dreymabyrjan, men ósigrar á Stole Your Glory og Suh Dude merkti tað, at teir máttu taka sær til takkar við einum øðrum plássi. Suh Dude gjørdist tað einasta lidið, sum vann á bádum topplidinum og tískil ognaðu teir sær triðja pláss. Spenningurin um tad fjórða plássid, sum var tad seinasta at geva atgongd til LAN finaluna, var í hásæti áðrenn síðsta umfar, tí øll liðini høvdu enn kjans at ogna sær pláss. Dudes In Suites, sum flest høvdu avskrivað, høvdu vent tí keðiligu gongdini og skuldi nú bara vinna sín seinasta dyst fyri at enda í millum fyra tey bestu. Hetta megnaðu teir tíverri ikki. Sama skil var hjá Nice Guys, men tvørtur í móti, so virkaðu teir til at vera kolapsaðir, tí eftir eina framúr góda byrjan, høvdu teir seks ósigrar á ræd og seinasti dysturin gjørdist tann sjeyndi, og hetta hevði vid sær, at heldur ikki teir vunnu sær pláss í top fyra. Hetta plássið fór kanska heldur yvirraskandi til Team Ballast, sum megnaðu at vinna teirra síðsta dyst í móti Suh Dude.

Hetta hevur so við sær at, Stole Your Glory, Meet Your Destiny, Suh Dude og Team Ballast fara at dystast um FM heitið í Counter Strike. Hetta verður hildið á torginum í SMS, leygardagin tann 27 mei.

Cart
  • No products in the cart.