*TRAILARI* STÓR TÍÐINDI FYRI COUNTER-STRIKE FJEPPARAR!

Valve hevur í gjárkvøldið skipað fyri avdúkingartiltaki í Los Angeles Convention Centre, har mangt ymiskt var avdúkað og kjakað um. Millum annað hoyrdu vit um Hollow Moon: Triton, ið verður sett í rúmdini. Tó fingu áskoðarar og bloggarar ein stóran skelk, tá tað var greitt frá um nýggju útgávuna av Counter-Strike. Tó at sera lítið var avdúkað í gjár, vita vit, at spælið eitur Counter-Strike: Local Defensive, og at spælarar ið eiga skins í CS:GO, ikki fáa brúkt tey í Counter-Strike: Local Defensive. Hetta kemst av tí, at Counter-Strike: Local Defensive hevur síni egnu skins, ið ikki eru knýtt at Counter-Strike: Global Offensive. Hetta hevur sent sera kraftigar trýstaldur í gjøgnum ágrýtnu CS:GO spælararnar, og væntað verður at flestu skins fara at missa 50-80% av sínum virði, alt eftir júst hvat fyri skin talan er um. IGN, GameSpot, Kotaku og PCGamer tíðindastovnarnir hava í felag sent eina áheitan til Valve um at broyta hetta. Svarið frá Valve var, at um tað er ein stórur meginpartur ið er er strangliga í móti hesum, verður farið undir at menna eina nýggja loysn viðvíkjandi “skin-portability” í millum CS:GO og nýggja CS:LD. Longu nú eru fleiri enn 500.000 ið hava skrivað undir á bønarbrævið online, tó at Valve krevur heilar 10.000.000 undirskriftir.

Sí trailarin niðanfyri her.

eSport.fo heitir á allar lesarar, um at gera sínar egnu granskingar á hesum øki, áðrenn viðkomandi tekur nakra avgerð. eSport.fo hevur tískyld ikki ábyrgd fyri avgerðum ið verða tiknar ella ávirkaðar av hesum uppslagi

Cart
  • No products in the cart.