Størri enn nakrantíð – Bókstavliga!

So eru vit klár til av avdúka tí avgjørt størstu eSport kapping í Føroya søgu: Elektron deildin! Vit fegnast yvir at kunna avdúka, at vinningarnir eru heilar 50.000,00 krónur. Avtrat hesum kunnu vit avdúka, at deildin verður víðkað frá 6 liðum til 8 lið, og at finalan  verður hildin uppi í Hoyvíkshøll tann 5 Juli, ið verður eitt tiltak fyri seg, har vit fara at bjóða upp ímótir 300 áskoðarum á vitjan!

Kappingin byrjar tann 23. Mars, og finaludagurin verður tann 5 Juli. Samstundis kunnu vit avdúka, at eyka kvalifikatiónin verður frá 8. til 11. Mars. Seinasta freist at melda seg inn til Deild B og Elektron deilduna verður Fríggjadagin 16. Mars. Eisini verður víst á, at hesu ferð fáa vinnarnarnir í Deild B eisini vinning. Meira viðvíkjandi hesum verður kunngjørt seinni.

eSportur er eitt fyribrigdi, ið flestu ikki tóku nógv til at byrja við. Hóast hetta, so hevur eSportur verið vaksandi kring allan heimin seinastu árini, og sama gongd sæst eisini heima í føroyum. Í stuttum, snýr eSportur seg um at spæla telduspøl í einum ómetaliga kappingarførum umhvørvi, sum krevur meira kognitivar eginleikar, enn fysiskar, tó at tað er nógv adrenalin í eSporti, eins og í øðrum krevjandi ítrótti. Slóbrótarirnir í føroyum, eSport.fo, eru enn einaferð til verka fyri at fáa eSport á dagsskránna í føroyum. Hesuferð er tað við størstu eSport kapping vit nakrantíð hava sæð í føroyum.

Vit síggja at fleiri fyritøkur og stovnar fáa áhuga fyri eSporti. Bólturin kom veruliga á rull í fjør, tá fyritøkur fyrst byrjaðu at leggja hampuligar peninganøgdir inn í kappingarnar. Avtrat hesum hevur eSport.fo fingið aðran stuðul frá fyritøkum, soleiðis at dygdin og karmarnir fyri eSporti í føroyum kunnu mennast.

Á hesum sinni hevur eSport.fo fingið fleiri stuðlar enn nakrantíð áður, tá fyritøkur nú veruliga gerast vart við, hvussu nógvir menningarmøguleikar eru at fáa burturúr eSporti. Til komandi kapping hava fyriskiparirnir hjá eSport.fo fingið sáttmála í lag við Elektron, ið merkir, at vinningarnir á hesum sinni verða størstu í føroyskari eSport søgu. Talan er um heilar 50.000,00 krónur, ið verða burturlutaðar til topp fýra liðini, tó eru fleiri stuðlar ið eru við til at gera hetta til veruleika. Hjá eSport.fo fegnast fyriskiparirnir um, hvussu stórur áhugin er vorðin fyri eSporti í føroyum, og hvussu skjótt vaksandi eSportur er í føroyum.

Á Facebook verða uppsløgini viðvíkjandi kappingum hjá eSport.fo sædd umleið 120.000 ferðir, og á heimasíðu teirra er talið av fólkum ið fylgja við greinum o.ø umleið 12.000. Høvuðssamskiparin hjá eSport.fo, Rúni Winther Johnsen, sigur at “Hetta hevur verið ein 2-ára lang menningartilgongd, og kunnu nú staðfesta, at vit í Føroyum endiliga kunnu hava vinningar, sum minna um vinningar í øðrum norðanlondum.” og víðari leggur hann avtrat, at “Vit hava serliga sæð ein stóran vøkstur seinasta árið. Millum annað fáa vit fleiri fyrispurningar um vikuna um at viðmerkja evnir innan eSport, fyrispurningar um eSport rapportir og okkara meiningar um hvar eSport ferð at fara í framtíðuni. Nú er eSportur veruliga ein partur av samfelagnum í Føroyum, tað haldi eg!”

Nærri kunning um hvussu ein meldar seg til Elektron deilduna verður kunngjørt í komandi viku.

Cart
  • No products in the cart.