Summar kapping í Dota 2

Why did Kunkka go to Jail? Cause he torrents too much! Føroyska Dota 2 scenan hevur í longri tíð verið afturúr aðrar greinar, og tískil hava vit tikið støðu til, at gera eina nýggja Dota 2 kapping hettar summarið! Kappingin verður ókeypis fyri øll, og verður gjørd í samband við, at The Internaional 2017 verður skjótt(fáa hype upp!).

– Flest okkara gleða okkum til at síggja The International 2017, ella stutt sagt TI7, har millum annað Føroyingurin Jóhan Sundstein verður við. Tað er ikki óhugsandi í ár, at puljan aftur í ár setur eitt nýtt met, við okkara vónum, at tað rakar á teimum 23 mió dollarum. (Sum svarar til áleið 150.000.000,00 danskar krónur!)

– Í tí førinum fara vit at skipa fyri einum Dota 2 kappingini, sum er opin fyri øllum Føroyingum. Kappingin ferð at ganga fyri seg í einum nýggjum hami, ið ikki er sæddur fyrr.

Allir spælarir verða bólkaðir í MMR bólkum, áljóðandi: (ps) títt mmr er = (solo mmr+ party mmr)/2 so
4.500+(5)
4.000+(4)
3.500+(3)
2.500+(2)
0-2.500(1)
Og síðani verða spælarnir javnt splittaðir í teimum ymsum liðunum.

Mininum 30 fólk skulu hava skrásett seg, fyri at kappingin verður.
Kappingin verður frá 18-21 Juli, har 21 Juli er semi/finalu dagur, meira info kemur tann 16 Juli, har skema kemur út. Seinasta freist at melda seg til er 16 Juli klokkan 16:00

Tilmeldingar link:

https://goo.gl/forms/1DVLmGJsb6YNq75o2

FAQ

Q: Hvat um spælarir einki solo hava? Men bara party? Ella umvent?
A: Fyri at sleppa við til kappingina verða allir spælarir bidnir um at vísa bæði sítt solo og sítt party mmr á sínum dota profili. Hevur ein spælari ikki kalibrera sítt solo ella sítt party mmr verður tað rating sum hann hevur kalibrera nýtt.

Q: Kunnu vit gera liðnøvn?
A: Ja, og skrivi/vend aftur til ein av samskiparunum beinanvegin, so broyta vit navni á brackets

Q: Hvat um ein spælari ikki kann møta upp tann eina dagin vit spæla?
A:

Q: Hvørjum skulu vit fortelja, at vit hava vunnið dystin?
A: Samskiparnir sita altíð á okkara teamspeak, ts.esport.fo, og annars ber til at skrivað til eSport.fo á facebook. Einki annað verður góðtikið, tí steam-logs verða slettaði um ein kemur til at sløkkja/trýsta á X.

Hvussu finni eg mítt Solo / Team MMR?

Cart
  • No products in the cart.