Superweek í Effo Deildini!

Vit byrja við einum braki! Tað er longu í morgin, at vit seta hol á fyrsta dagin í Effo Deildini! Nú hava vit at enda funnið tey 10 bestu liðini í Føroyum. Hesi liðini fara so at kappast um at gerast føroyameistarar í Effo Deildini. Og hvør betri máti at byrja Føroya størstu eSport kapping enn við einari superweek! Tað merkir, at tað verða heili 3 umfør hesa vikuna. 

Fyrsta umfarið verður spælt í morgin, mánadagin 28. februar. Seinna umfarið fer fram longu dagin eftir, týsdagin 1. mars. Triðja og síðsta umfarið hesa vikuna verður spælt hósdagin 3. mars. Allir dagarnir byrja kl 19.30. Tríggir dystir verða stroymdir hvønn kappingardag! Allir dystirnir, har dato og klokkutíð eru í bold verða stroymdir. Hendan vikan er sanniliga full av banger dystum, sum óivað fara at fáa teg at loypa úr stólinum! Gleði meg nógv at síggja, hvussu dystirnir fara at verða spældir.

GG: Dystirnir kunnu flytast, um liðini finna tíðir, ið passa betri fyri tey. So verður “Dato” og “Kl.” broytt samsvarandi. So minst til at hyggja væl eftir, so mann ikki lesur skeivt.

Niðanfyri sæst leinki, har øll liðini, dystaskráin, stigtalvan og ein ranklist eru at finna:

Effo Deildin Sesong 2

Liðini, dystaskráin og stigtalvan verða eisini á esport.fo

Fleiri hagtøl um føroysku League scenuna síggjast her:

LoL Føroyar Rank List

Cart
  • No products in the cart.