Takk Fyri Hesuferð!

Umsíðir var Elektron deildin av, og tað hevur verið ein framúrskarðandi sesong. Vit hava møtt nógvum málum, og sett nýggj met, takkað verður hyggjarum, spælarum, og stuðlunum.

Vit ynskja at takka Elektron, sum hevur verið høvuðsstuðulin hjá okkum seinastu sesongirnar, og hetta seta vit veruliga stóran prís á, og ynskja at takka Elektron fyri allan stuðulin. Elektron fóru eisini ‘Above and beyond’, tá hendan megnarfyritøkan lat okkum hýsa finaluna í hølum teirra. Um tað ikki var nokk, so fóru Elektron eitt vet longri, og veittu ein eykavinning til dagsins leikara í samstarvi við PeakOptical uppá 5.000,- avtrat.

Avtrat Elektron, so høvdu vit eisini fleiri aðrar stuðlar, ið gjørdu tað nærum ógjørliga til nakað so gjørligt. Elding gav góðar 14.000 krónur, og vísti veruliga, at Elding er har fyri teg, um tú ert ein ið elskar spøl, og ikki minst, elskar at kappast í teimum. Tað sæst eisini á vøruúrvalinum í Elding, har vit síggja kvalitetsmerkir sum HyperX, Steelseries, BenQ, Corsair, og mong onnur dygdargóð merki, ið eru við til at tryggja tær gaming á dygdarstøði.

Leikarirnir hava dystast í fleiri vikur, og tá alt avtornaði vísti tað seg, at onkur góðbiti hevði komið óalmindiliga væl við, og tá vóru Pizza67 og Føroya Bjór til reiðar við vinningum til leikararnar, og góvu áleið 10.000 krónur í part í vinningum.

Hagtølini lúgva ikki, og tey síggja serstakliga imponerandi út. Á finaludegnum vóru tað yvir 1700 fólk sum sóu og hoyrdu um finaluna – bert uppá tann eina dagin. Dagarnar eftir finaluna, vóru tað fleiri enn 700 fólk sum hugdu eftir finaluni á alnótini. Tað ber til at hyggja eftir finaluni her: https://www.twitch.tv/videos/410431065?t=00h07m59s

Stuðlarnir hava nógv at siga, men teir høvdu ikki stuðlað, um undirtøkan frá fjepparunum ikki var so góð. Til øll sum hyggja við til dystirnar á twitch, lesa greinarnar, fylgja við á facebook, møta upp til tiltøkini, ynskja vit at takka tykkum við áhaldandi stuðul, og takka tykkum fyri, at vit saman føra eitt megnarbragd. Spælarirnir í deildini hava eisini uppiborðið viðurkenning, tí at tað eru jú spælarirnir sum gera kappingina so spennandi, at vit ikki klára at hyggja vekk tá teir spæla um vinningar í tíggjutúsundatali.

Miðjað veður eftir, at næsta sesong verður um somu tíð í 2020.

Túsund takk til tykkum øll.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here