Team Spotlight: Clash Team

Clash Team bleiv so næsta liðið! Í løtuni liggja teir fremst á fyrsta plássi saman við TTT sum eitt av teimum sterkastu liðunum. Hesir eru so at siga allir veruligir veteranar í føroysku LoL scenuni, og Clash Team er tí sanniliga eitt vandamikið lið og greiður favorittur til kappingina.

Í Clash Team hava vit:

TOP: Haraldur Elmar “Cupie” Enni

JGL: Danjal Jákup “I am the Wolf” Hanusarson

MID: Hans Petur “Vibe BOSS” Djurholm

BOT: Oddur “Oddster” Bech

SUP: Christian “ChrisDahl” Dahl, Liðskipari

Vit byrja so fyrst við toplanarinum og fara oman til supportin.

Cupie:

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Byrjaðaði í season 1, nakrir vinmenn vístu mær tað.”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Tí ongin vildi spæla hana, so bleiv kastavur har upp í top. Men havði spælt allar rollur.”

Hvør er tín yndis champion?

“Mordekaiser sum kundi taka drake sum ghost ! c:”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“TheShy: the one and only”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg til ein betri spælara?

“Mental game.”

Hvussu kom tú uppí Clash Team?

“Jú je kom í clash team undir síðsta lol ball hjá the one and only Oddur “Oddster” og so endaði je og christan uttanfyri og endaði so við at snakka um komandi kapping og hvat og hvussu so endaði je bara í Clash team.”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Super spælarir, ikki meir at siga enn tað”

I am the Wolf:

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Byrjaid at spæla league tí mínir vinnmenn spældi tad og eg helt at anivia sá awesome út, men tad vardi 2 games so fann eg ítav at man griefar vid anivia W um man ikki var gódur.”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Eg byrjaði við at vera mid main sum oftast zed/yasuo tí eg elskaði at gera outplays og seinni for eg til top lane fyri at maina riven har eg samanlagt havid sirka 1 mil points á henni vid øllum mínum accounts. Nú havid eg so maina jungle í 4 ár og tad valdi eg tí eg joinaid eitt dansk lid og teir manglaid ein jungler, har fann eg so ítav at eg dámdi gott jungle so eg havid maina tad sídan tá.”

Hvør er tín yndis champion?

“Mín yndis champ í jung má vera evelynn/viego í top riven og í mid zed”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg til ein betri spælara?

“Eg spæli nogv e-sport í Danmark , sum oftast skrim vid mínum danska lidi har eg havid ein trenara.””

Hvussu kom tú uppí Clash Team?

“Tá christian og oddur leitaid eftur luttakarum til lidi so prøvaid eg tryins í jungle, tad riggaid gott vid synergi og anna so hava vit spalt sídan tá.”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Mær dámar væl hettar lidi, eg kenni persónliga toplanarin ”cupie” vit hava verid besti vinnmenn sídan vit vóru smádreingir so tad liggur akkurát fyri høkra beini. Tá tad kemur sum lidi sum eina heild haldi eg vit eru gódir at vera positivur og tá tad gongur illa tosa vit um tingini, vit plagdi ikki halda okkum aftur tá tad kemur til at tosa um feilir, though so vita vit at allir kritikkur er bara fyri at fáa okkara game uppá pláss. Dámi eisini væl at vit duga gott at vera vinnmenn uttanfyri game og í game eru vit eitt lid.”

Vibe BOSS:

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Tórálvur aka “Agurk” ella “Captainoctopus” um tú hyggur í twitch chat, fekk meg at spæla league í season 5 ella 6.”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Mín yndis partur av league er laning phase og at royna eftir solo kills og eg haldi at mid lane er stuttligasta rolla til sovurit.”

Hvør er tín yndis champion?

“Qiyana er by far my yndis champion, hennara kit hevur bara so nógv outplay potential, bara keðeligt hvussu nógv hon er blivin nerfa.”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“Chovy, maðurin hevur insane mechanics og er altíð stuttligur at hyggja eftir.”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg til ein betri spælara?

“Eta kjøt.”

Hvussu kom tú uppí Clash Team?

“Christian, Oddur og Harald spurdi um eg hevði hug at stovnað eitt league lið.”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“beast team. (ikki Christian)”

Oddster:

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Eg byrjaði at spæla League of Legends áðrenn season 1 byrjaði. Tað vóru nakrir vinir sum spældi og vildi hava meg at downloada spælið.”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Eg havi spælt nógvar rollir ígjøgnum árini, tað byrjaði við jungle og fyri 2 árum síðani spældi eg mid og nú í ár, eri eg farin oman í bot-lane at spæla adc. Eg valdi at spæla adc, tí mær dámar væl eina lane, har talan er um 2vs2, har man er noyddur at spæla saman við einum support. ”

Hvør er tín yndis champion?

“Uttan iva, so er mín yndis champion Zeri”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“Nei, eg havi onga fyrimynd, sum er á pro scenuni. ”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg til ein betri spælara?

“Sum eitt gott orðatak sigur: Learn by doing. Tá ið eg fór at spæla adc, so visti eg lítið og einki um lane´ina og við at eg havi prøva fleiri champions og ymiskar play styles, so havi eg lært ein stóran part. Tað skal tó eisini sigast, at hyggja eftir pro scenuni, so sum draft og hvussu teir lane´a er ein góð vegleiðing.”

Hvussu kom tú uppí Clash Team?

“Eg og Christan vóru í finaluni í Effo-deildini season 1 og vit hava havt tað sama liðið ígjøgnum fleiri kappingar og tí valdi vit at prøva okkurt nýtt. Vit fingu so drafta eitt dreyma lið, við øgiliga góðum leikarum.”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Liðið hjá okkum er bara blivið betri við tíðini og meira vit koma at kennast, so sær man tað eisini meira úti á vøllinum. So planurin er sjálvandi at fara eftir fyrsta plássinum, men tað verður ringt, tá ið Høvdin longur hevur sagt, at teir vinna kappingina.”

ChrisDahl

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Eg spældi DOTA 1 og 2, àðrenn eg byrjaði við LOL. Eg skifti til LOL, tí tað var størri áhugi í vinarbólkinum fyri LOL”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Tá ið eg byrjaði at spæla LOL í Season 3, var ein uppfatan, at support rollan var tann minst viktiga á einum liðið.

Orsøkin var, at Supports ikki fingu líka nógv gull sum teir fáa nú, og av tí sama var tað oftani, at onkur bleiv tvungin at spæla support. Hetta gjørdi tað sera lætt

at hava størri “impact” enn fíggjindina Supportin, sum ofta var filled, og hevði onga ánilsi, yvir hvussu hann skuldi spæli ímóti mínum OTP Fiddlesticks support.

Hetta gjørdi at eg bleiv høgt elo nær beinanvegin, uttan at veruliga duga spæli væl. 

Aftaná tað, var eg fastlástur í support rolluni, tí eg dugdi ikki at spæla hinar roles á líka høgum støði, sum mítt elo var”

Tað sum mær dámar best við rolluni nú, er at sleppa spæla LOL, 

uttan at skulla bekymra meg um CS’ing og Laning.

Hvør er tín yndis champion?

“Altíð dáma enchanter supports væl. Teir plaga at snowballa gami fyri meg, um eg klári at drepa teir oftani nokk.”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“Hyllisang er sikkurt spælarin, eg spegli mær mest í. Hann er oftani alt í verðini fór “aggressive”,

men hann fær tað at virka.”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg til ein betri spælara?

“Fyri tað mesta, so havi eg bara spælt soloQ. Nógvir ADC spælarir geva mær nógv ráð undir einum spæli. Helst tá teirra skermur er gráður.

So hava teir nógv gott, at siga um mítt gameplay, og mammu mína.”

Hvussu kom tú uppí Clash Team?

“Clash Team var stovna undir seinasta LOL ball, tá ið menn høvdu fingið ov nógv at drekka, og áhugi var fyri at stovna eitt lið,

sum kundi matcha TTT, sum longu var stovna tá.”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Clash Team er super, allir hava áhuga at blíva betri sum ein eind, og tað ger tað stuttligt at spæla”

Til liðið: Fyrst og fremst, hví valdu tit navnið Clash Team?

“Okkara fyrsta team game var í Clash og tá var navnið Clash Team. Síðani hava vit roynt at funnið eitt annað navn, so sum gandakendir Føroyingar og Burgir, men ongin bleiv samdur og tí bleiv tað Clash Team”

Hví burdi mann fylgt við tykkum sum lið?

“Tí, vit eru eitt top tier lið við góðum leikarum og so hava vit eisini nógv spennandi drafts fyri framman. Eisini tá ið man hevur ein sum “ I Am The Wolf “ sum sær so gott út, so er tað eitt andlit tit vilja síggja í finaluni.”

Hvat er endamálið við liðinum?

“Endamálið er sjálvandi at vinna effo-deildina season 2”

Hvørjar væntanir hava tit fyri liðinum?

“Planurin er sjálvandi at fara eftir einum finaluplássið, men 1 spæl í senn.”

Hvat gera tit fyri at gera hasar vænaninar til veruleika?

“Nógv stórar fyrireikingar hava verið bæði áðrenn kappingina og síðani hon byrjaði. Vit hava millum annað havt nógv smá mál ígjøgnum menningina av hesum liðinum og alt er fyri at raka eitt størri mál, so sum finaluna. Millum annað hava vit spælt nógv saman, prøva ymisk comps og so hava vit siti og analysera drafts, sum er eitt av okkara sterku síðu.“

Hvussu sjálvsikrir eru tit í, at tit megna hetta?

“Man má ongantíð siga for nógv, tí alt kann jú ganga skeivan veg, Effo deildin í ár er sera jøvn og har eru nógv nýggj lið og roster broytingar. Men vit eru allir samdur um, at finalu plássið skulu vit hava.”

Er tað nakað lið, ið tit mynda tykkum eftir?

“Nei, tað hava vit ikki, vit koyra okkara egna stíl.”

Clash Team liggja sum sagt á fyrsta plássi, og tað er óivað hent hjá nógvum lesarum at læra um ein tann stórsta kappingarneytan. Vónandi fingu tit líka nógv burturúr hesum sum eg. Eitt sera sterkt og stuttligt lið í kappingini. Eg vil fegin ynskja teimum góða eydnu til Match of the Week, sum verður spældur í kvøld.

Cart
  • No products in the cart.