Team Spotlight: Góðaráð

So kom leskiligasta liðið, tí tað er nemliga Góðaráð sum vit borðreiða við í dag. Tað er púrasta ógjørligt at vera føroyskur LoL spælari og ikki at kenna minst eitt navn aftur á hesum liðinum. Hetta liðið er fult av veteranum, ið m.a. hava verið føroyameistarar og tveir finalistar, Siggypee og t Xaine, til Effo Deildina Sesong 1. Stereotypan av einum gomlum league spælara er vanliga, at teir eru washed up, hava ikki gott skil á núverandi meta og hava outdated champion pool eins og verri mechanics.

Men tað vit síggja við Góðaráð er tvørturímóti tann stóri styrkin við veteranliðum, sum er mentali stabiliteturin og erfaringin, tá mann er undir trýsti. Hetta er møguliga tað liðið við besta mental í allari kappingini. Eini dysturin ímóti KYS vóru teir yvir 10 túsund gull aftanfyri, men megnaðu at javna tað út. Teir taptu so í endanum, men flestu lið høvdu langt síðani knekkað undir einum so stórum trýsti. Eitt sera sterkt og stuttligt lið at fylgja við. 

Í liðinum hava vit so:

TOP: Sigurd “Siggypee” Poulsen, liðskipari

JGL: Sámal “Fuguki” Kristiansson

MID: Jákup “ImKataholic” Sólbergsson Jacobsen

BOT: Andrias “t Xaine” Solmunde Elttør

SUP: Meinhard “DevourOfSouls” Juul

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

Siggypee: Nakrir vinmenn spældu tað og bóðu meg royna tað.

Fuguki: Sum ungur var man ofta og linkaði. Tá var fastur táttur at spæla nógv DotA, so einaferð tá nógvu moba spølini komu út, byrjaði eg at spæla LoL saman við vinmonnunum. 

ImKataholic: Eg byrjaði at spæla League í season 1 ella 2, minnist ikki heilt, sum ein smádrongur, tá eg sá beiggja mín spæla tað, vildi eg eisini.

t Xaine: Tað byrjaði fyri góðum 10 árum síðan, tá eg og nakrir vinmenn fóru at linka eitt kvøldi. Hinir vildu so hava meg at prøva hetta lutfallsliga nýggja spælið og byrjaði eg at downloada. Eg minnist tað fyrsta game’ið, har eg valdi Kog’maw í einum 3v3 og fekk eitt tripple kill og sum tey siga, the rest is history.

DevourOfSouls: Eg spældi nógv Dota/MOBA Líknandi spøl sum yngri. Ein dagin sá eg eitt link til at prøva hettar Dota líknandi spæli, ( League Of Legends ) beta og havið veri her líka síðani, on and off.

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

Siggypee: Eg one-trickaði Lee Sin aftur í sesong 1-4 ella har á leið, og valdi at taka hann upp í top-lane við fínum úrsliti. Eg havi síðani tá verið verandi har uppi í paradísoynni. 

Fuguki: Eg havi altíð spælt eitt sindur av hvørjum alt eftir hvat tørvurin hevur verið. Hesuferð fall tað so á jungle. Tað stuttliga við jungle er at tú ert ein partur av øllum spælinum frá level eitt og man fær spælt meiri macro-orientera.

ImKataholic: Eg havi valt at spæla mid tí so sleppur man frá at læra seg laning phase, tí man rýmur bara oman í bot at drepa adc í staðin KEKW. Nei tvass, eg dámi best champions í mid, sum tey flestu vita, so havi eg spælt rættuliga nógv Katarina. Eg havi roynt og dámi eisini væl teir meira unique og minni umtóktu champions, so sum Azir og Aurelion Sol, har eg síðani kláraði at koma í diamond við Asol einans, sum eg eri bæði nøgdur og stoltur av.

t Xaine: Eg spældi midlane tey fyrstu árini, men eftir hondini fann eg útav, at mítt yvirblik ikki er nummar eitt og at mínir eginleikar liggja meira í mechaniska. Og ja… Decent mechanics og tunnel vision, kann ikki blíva til annað enn adc rollan.

DevourOfSouls: Eg valdi at spæla Support rolluna tí tað var betri upplagt fyri liði og at fáa ein sovornan junglara sum Fuguki (insane jgl) liggur væl til høgra beini. Mær dámar best tá eg kann hjálpa lanes við at yvirkoma harðskap, seta upp til ein góðan team fight ella at bjarga Eltør frá deyðanum í lane ( ͡° ͜ʖ ͡°).

Hvør er tín yndis champion?

Siggypee: Lee Sin er altíð stuttligur at spæla og at síggja tá onnur spæla hann væl. Hann er fjølkønur, “flashy” og hevur ta perfektu útgerðina at gera stór plays fyri at fáa liðið upp á rull. Eisini skal nevnast, at hann sum gott hevur verið meta, bæði í soloq og pro play, allar sesongirnar. Tað haldi eg vera rættiliga respektabult av einum sesong 1 champion.

Fuguki: Tað er 100% Zoe xD. Eg eri ein Zoe main og hon er barasta so skeg!! Fólk blíva altíð lumpa av hennara bubble, og hennara voice lines eru so fittar sum tá ið hon singur um sjokolátakøku LOL! Hon er super random men eisini klókari enn hon sær út, akkurát sum eg xD

ImKataholic: Also real talk er Katarina nokk mín yndis champion, mær dámar væl hennara skjóta og resetting playstyle, tað er nokk har eg følið meg heima. Tey sum kenna meg, vita eisini at eg havi spælt nógv Aurelion Sol í seinastuni, ein niche og sera ørvísi champion, ikki er hann ein av teimum sterkastu, men tað er okkurt við mær og spæla unique champs. Hann er rættuliga strong í soloq, flýgur oman í bot level 3 um man vil, góður til at fanga fólk out of position, og so dugir ongin at spæla ímóti honum.

t Xaine: Eg dámi væl, hvussu intense lanining phase er, av tí orsøk at man spælir lanina 2v2. Harafturat dámi eg væl, hvussu neyðugt tað er at perfecta positioning, tí ger man ein feil, er man ferdigur. Mín yndis champ hevur so at siga altíð verið Vayne. Hon hevur eitt kit, sum gera hana sera suttliga at spæla og gevur hon møguleikar, fyri stórun plays #vaynespotting.

DevourOfSouls: Tað er uttan yva Brand, líka síðani hann kom út var tað hann í eg spældi mest sum midlane (árenn hann bleiv ein supp) og hann var eisini tað fyrsti champion eg spældi har eg keypti eitt skin til, eisini haldi eg tað at hann brennur alt upp og tað er mega kul.

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

Siggypee: Ikki ordiliga, tí at eg sjálvur ikki fylgi nakað serliga við í pro scenuni. Men har eru professionellir leikarar, sum hava eggjað meg til at spæla champions, sum teir hava spælt í og uttanfyri pro scenuni, so sum C9 Balls á Rumble og TL Quas á Gnar. 

Fuguki: Mær dámar væl Perkz, og allan tann rostarin tá G2 var í velmaktini. Tað at tora at bróta frá meta og vera innovativir tiltalaði meg. Man visti aldrin hvussu eitt champ select fór at ganga.

ImKataholic: Eg hyggi ikki serliga ofta eftir LCS og øllum tí. Sum so síggi eg ikki upp til nakran, men um eg kanska skuldi nevnt onkran, so dámar mær nokkso væl at hyggja eftir LS. Eg havi hugt eitt sindur eftir tá hann gjøgnumgongur drafts osv. haldi tað er sera áhugavert hvussu hansara drafts altíð eru annaðleiðis, og tað er nokk har eg havi fingið meginpartin av mínari draft vitan frá.

t Xaine: Har eru nógvir at velja ímillum, men eg fari at nevna ein, sum eg fylgdi sera nógv frá byrjan av. Carlos ”Ocelote” Rodriguez Santiago var midlanari fyri SK í síni tíð. Mær dámdi væl hvussu hann spældi og serliga var hann kendur fyri Cassiopeia, sum mær dámdi sera væl tá. Ocelote bleiv ongantíð ein av teimum allar bestu spælarunum, men hansara karma og persónligheit, sum pro spælari dámdi eg væl og tískil fylgdi eg honum nógv.

DevourOfSouls: Nei ikki sum so, men tað skal sigast at eg ikki fylgi so væl við Pro’s fyri tíðina men um eg skuldi valgt ein “pro” so dámar mær væl at hyggja eftir ipav ella Tobias fate.

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg til ein betri spælara?

Siggypee: Eg havi spælt eina rúgvu fyrst og fremst. At kenna allar champions og hvat teirra styrkir og veikleikar eru, hevur stóran týdning um man vil vinna spøl. Um man t.d. one-trickar ein champion er tað neyðugt at duga match-ups, sum eru til mótspælarans fyrimun. At hyggja eftir øðrum spælarum og guides á netinum kann eisini geva góðan íblástur. 

Fuguki: Vit spæla saman nøkur spøl inn í millum, og eg haldi at vit hava funnið ein samleika sum lið. Sum junglari haldi eg at tað at spæla saman betrar mítt gameplay nógv. Annars verður arbeitt framm ímóti at fáa placements spældar, og hyggja eftir banger games úr deildini á twitch.

ImKataholic: Also sum flestu longu vita, so eri eg ein av teimum bestu spælarunum, so har er ikki nógv at gera við tað. Nei eg havi ikki spælt League síðstu tvær seasons sum eg plagdi, haldi at spæli broyttist rættuliga nógv aftaná item changes. For better or worse, oneshotta ella blív oneshottaður, haldi tað er ræðuliga nógv damage í spælinum, og tað ger bara at tað krevur minni skills og tí kann eitt spæl svinga rættuliga nógv aftur og fram, og tað ger spælið minni stuttligt fyri meg.

t Xaine: Fyrr spældi eg sera nógv og síggi eg tað, sum besti máti at blíva betur uppá. Tey seinastu árini havi eg ikki spælt serliga nógv, men bert eitt sindur upp til kappingar. Tá er skjótt at føla seg rusty og gloyma fundamentals. Tískil er planurin hjá mær, nú Effo deildin av álvara er komin í gongd, at spæla nógv og hyggja eftir games og finna feilirnir í mínum gameplay.

DevourOfSouls: Eg havið bæði hugd eftir guides, veri nógv á practice tool fyri at vita combos og champs, og annars bæra spælt skrims og við liðinum.

Hvussu kom tú uppí Góðaráð?

Siggypee: Tá effo kapping sesong 1 var liðug, var eg vísur í, at eg vildi gera eitt lið til effo kapping sesong 2, og havi tí samlað teir bestu leikararnar, sum eru at finna í og uttanfyri Føroyar.

Fuguki: At byrja við var eg tilmeldaður sum sub hjá Xaroe, men tá ið tilmeldingarfreistin nærkaðist, vóru fleiri lið sum manglaðu tann síðsta til at gerast fullmannaðir. Man kláraði at takka nei fyri fyrst, men so fór at kitla eitt sindur og man fór so spakuliga at brellast eftir at kappast. Tá so Sigurð stóð og manglaði ein leikara, var man heldur lætt lokkaður at koma við. 

ImKataholic: My guy sigurd(Siggypee) segði at hann ætlaði at gera eitt lið við vinmonnum, og spurdi um eg vildi við sum teirra midlane.

t Xaine: Eg og liðformaðurin Sigurð Poulsen fóru ein dagin okkara klassiska innkeypstúr og tá spurdi hann meg, um vit ikki skuldu gera eitt lið saman og vit so gjørdu.

DevourOfSouls: Eg bleiv recommended av Christan Dahl til at spyrja Siggy um eg skuldi koma við at spæla á liðinum og restin er søga.

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

Siggypee: Eg haldi eisini at teir eru stak fittir fýrar (minus junglaran, tá hann ikki gankar top).

Fuguki: Kenni allar væl frammanundan, og vit trívast væl saman, so stemningurin plagar at vera heilt góður. So má man eisini geva eitt stórt shoutout til mínar boysar sum altíð hava prio og eru fyrsti menn á staðnum tá rógvast skal út á krabbaskel.

ImKataholic: Vit eru vinir sum eru OG League spælarir, har nærum flestu av okkum hava lagt spælið á hyllina. Vit so gott sum dugað allir spælið, eru above average ish(YEP shameless) men tá alt kemur til alt, gjørdu vit liðið fyri at hugna okkum saman.

t Xaine: Liði hjá okkum er fantastiskt. Menn eru ymiskir og haldi eg, at vit duga væl at handfara hvønn annan, bæði í upp og niðurtúrum. Enn betri er tað nú, vit hava havt eitt samansjóvingarkvøld, har Meinhard – support á okkara liði – stóð fyri matinum. Maðurin er útbúving kokkur og má eg ásanna, at eg ongantíð áður havi fingið ein so góðan burgara sum tað kvøldið.

DevourOfSouls: Tú tað er ein góður spurningur, vanligani so kenni eg væl teimum sum eg spæli við, men tá man so kemur so at kenna teimum orduligani so eru teir nakrir dølgar, men tað er ikki so gali tá mann er ein dølgur sjálvur. annars haldi eg at eltør er besti “INFAMOUS VAYNE” í føroyum og at sigurd er best, so ikki meira um tað. ( ͡° ͜ʖ ͡°).

Til liðið: Fyrst og fremst, hví valdu tit navnið Góðaráð?

Hvør dystur í League of Legends er bygdur upp av ymsum champions, runes, summoner spells, item builds og ymiskum leikarum. Hvør ingrediensur skal til, fyri at gera eitt sterkt lið, og Góðaráð, sum allir føroyingar kenna so væl til, hava allar uppskriftirnar til tað perfekta liðið.

Hví burdi mann fylgt við tykkum sum lið?

Tí at vit eru sum ein Anthon Berg sjókulátueksja, tí tú veist nøkulunda hvat tú fært, og tað er altíð gott.

Hvat er endamálið við liðinum?

At hava tað skeg, fáa eina góða plasering og til endans at yvirtaka verðina.

Hvørjar væntanir hava tit fyri liðinum? Hvat gera tit fyri at gera hasar vænaninar til veruleika? Hvussu sjálvsikrir eru tit í, at tit megna hetta?

Vit fara at skjóta eftir einum top fýra. Vit hava sæð og spælt móti øllum liðunum í kappingini, og halda at tað er eitt realistiskt mál. Til tess royna vit at minnast at taka multivitaminir, keypa ís tá vit vinna og minna allar á liðnum at velja røttu runes og keypa items tá spælið byrjar.

Er tað nakað lið, ið tit mynda tykkum eftir?

Vit royna at mynda okkum eftir Megin, sum vísti á offline degnum at alt ber til!

Millum stuttligastu interviews, vit hava gjørt. Hetta liðið duga at hugna sær. Góðaráð hava eisini prógvað, at teir megna ótrúliga væl ikki at geva upp og spæla betri, verri støðan er in game. Teir eru eitt sterkt lið við øgiliga sterkum spælarum, sum tó kanska ikki hava spælt á júst tí støðinum, sum vit væntaðu. Harafturímóti prógva Góðaráð fleiri ferðir, at tá góð ráð eru dýr, so er tað tá, teir eru best. Góða eydnu framyvir Góðaráð!

Hygg eftir dystinum hjá Góðaráð-Xaroe í kvøld 7. apríl klokkan 21.30 her!

Cart
  • No products in the cart.