Team Spotlight: Høvdin

Hetta er fyrsta av 10 innsløgum um øll tey ymisku liðini, ið megnaðu at sleppa í Effo Deildina. Hesuferð er tað Høvdin, ið vit fara at spyrja inn til.

Fyrst og fremst hava vit limirnar í liðinum. Í Høvdini hava teir

TOP: Ingálvur “Snooze” Eyðunsson Olsen, Sámuel “Slind” Allanson Lindberg(substitute)

JGL: Regin “Diaregin” DanielsenDiaregin(liðskipari)

MID: Bárður “ZereZI” Kallsberg

BOT: Kai “Alyú” Viderø

SUP: Hannis “Hassis” Ritter

Høvdin er eitt nýtt lið, sum er blivið stovnað til Effo Deildina sesong 2. Aftaná tríggjar sera javnar og spennandi dystir í undankappingini megnaðu teir at vinna eitt pláss í Effo Deildini. Men hvør er liðið uppgjørt av, hvat vilja teir gera á føroysku League scenuni, og hví eita teir yvirhøvur Høvdin? Tað og meira fara vit at seta okkum inn í til fyrsta Team Spotlight í Effo Deildini.

Eg havi sett teimum nakrar spurningar, sum vónandi fara at geva okkum eitt nógv betri innlit inn í bæði spælararnar og liðið. Vit byrja so við limunum í rekkjuflygjuni, allir lolspælarar kenna, frá top til support.

Snooze:

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Eg byrjaði at spæla League í sesong 3 um eg minnist rætt, akkurát tá Zac kom út! Grundin hví veit eg ikki, spyrji me sjálvan tað hvønn dag:’)“

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Fyrsta rollan eg spældi var adc, tí eg helt, at tað sá so stuttligt út, men so aftaná 2-3 sesongir fór eg upp í toplane, tí eg elski at spæla tanks og bruisers. Mær dámar best at splitpusha, og tá man tosar toplane champs, so hevur tú besta/størsta úrval av champs sum kunnu tað.”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“Bwipo!! Absolutt favoritt toplanearin fyri meg. Hann er millum teir klókastu tá tað kemur til spæli.”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg betri sum spælari?

“Hugt eftir pro play, og fingið high elo spælarir at reviewa míni spøl innímillum, millum annað Quas(kendur pro player, spælt m.a. í Team Liquid og Team Curse).”

Hvussu kom tú í Høvdina?

“Bleiv spurdur av Diaregin, tá segði eg faktiskt nei, tí eg visti ikki um eg fór at hava tíð til tað. Men so aftaná nakrir dagar, tá skrivaði eg aftur til hann og segði at eg kundi, pretty much!”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Eg haldi at eg gavi góðar spælarir rundanum meg, sum skilja spæli minst líka væl, vissi ikki betri enn eg! Vit hava ikki heilt funni útav hvørjum øðrum, tí vit ikki hava spælt so nógv saman enn, men tað skal nokk koma!”

Hvør er tín yndis champion og hví?

“Sjalvt um hann er nerfed to shit, so er Renekton mín yndis. Hann er tann fyrsti champion sum introduseraði meg til combos, og eisini tí hann plagdi at vera “1v2 king” í toplane, men ikki longur 🙁 … still my fav ❤️

Slind:

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Hassis introduceraði meg til League, og eg hataði tað (sikkurt tí eg sokkaði), men av tí at mínir vinir spældu tað var tað ikki annað at gera enn at spæla við, og so við og við koma at dáma tað betri.”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Valdi top lane tí eg dámdi best champions sum hoyrdu heima har. Mær dámar ikki top lane x)”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“Also thebausffs var einaferð ein partur av pro (G2), telur tað? Tvætl men mátin hann hugsar um resources uppá er rættiliga vital fyri top lane, og hevur hjálpt mær nógv at taka tað róligt sjálvt um eg doyggi. Eitt kill er jú bara 300 gull, sama sum uml. 12 cs.”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg betri sum spælari?

“Spælt spælið og hugt eftir youtube/twitch”

Hvussu kom tú í Høvdina?

“Teir manglaðu ein útskiftara og eg havi ikki tíð at vera fastur leikari á nøkrum liði.”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Alt omanfyri platinum soloqueue hevur ein kjans at vinna á top tier liðum, um tað er í coordinated play. Tí haldi eg, at Høvdin hevur møguleikan at koma langt, um tíð verður sett av til at diskutera drafts, game plans osfr., og um comms eru clean.”

Hvør er tín yndis champion og hví?

“Wukong, tí hann hevur 6 abilities: passive, Q, W, E, R og stop command.”

Diaregin:

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“eg tímdi slet ikki at spæla league of legends at byra við, men ein gamal vinmaður hjá mær fekk meg at royna tað fyri nógvum árum síðani, og so havi eg spælt tað líka síðani.”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“eg byrjaði við at spæla mid og adc, har eg kom fyri fyrstuferð úr bronze við at spæla Leblanc mid lane, men so royndi eg at spæla jungle har tann fyrsti champion eg spældi var warwick, og eg elskaði tað at eg kundi bara renna runt finna plays sjálvur, og tað at eg ikki var noyddur at ansa eftir mínari lane.”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“havi faktiskt onga fyrimynd frá pro scenuni, men eg hugti øguliga nógv eftir trick2g tá hann var uppá tað størsta, og tað er grundin hví eg spæli udyr í dag við næstan 1.000.000 mastery points.”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg betri sum spælari?

“Eg royni altíð at blíva betri til spæli, men tað kann ofta vera nemmari sagt enn gjørt, tann mátin eg geri tað uppá er at royna at síggja hvat tað var eg gjørdi gali á hvørjum spæli eg spæli, og so sjálvandi eisini masser av tutorials á youtube.”

Hvussu kom tú í Høvdina?

“Eg (Diaregin) og Hassis snakkaði um kappingina í nakrir dagar í skúlanum, har vit so blivu samdir um at fara og gera eitt lið til kappingina, tað var nokkso spontant og vit fingu ikki eitt fult team fyrr enn sirka 3-4 tímar áðrenn tilmeldingin lukkaði.”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Eg haldi at vit hava potentiali til at blíva top 3 í kappingini, men vit hava ikki spælt so leingi saman sum onnur av hinum liðunum hava gjørt, vit fara at hava nakrir avbjóðandi dystir.”

Hvør er tín yndis champion og hví?

“Udyr er mín yndis champion, av tí at eg kann bara renni rundan um hinir og stunna teir konstanst, mær dámar væl at spæla champion ið eru “in your face” allatíð”

ZereZI:

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Vininir spaldu nógv og tað endaði við at teir kláraðu at lokka meg, og eg havi verði fangi hjá Riot síðani.”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Eg var inspireraður av Faker outplay so eg var einaferð ein bronze zed main, og endaði við at maina rolluna.”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“LS er ein inspiratión, tí at hansara máti at hugsa um league er so nógv meir annaleiðis enn onnur, og at man kann fáa merkiligar comps at rigga sum vit sóu tað stuttu tíðina hann var í C9, gevur mær nógva inspiratión at vera meira kreativur draft vís.”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg betri sum spælari?

“Planurin er at fyrst at fáa spalarnir betri at kenna, og síggja teirra playstyle, og broyta mínir spali vanar til at best hjálpa liðið.”

Hvussu kom tú í Høvdina?

“Diaregin spurdi meg ein týsdag stutt áðrenn kappingin fór at byrja um eg tímdi at joina, og eg hevði góðan hug at spala áðrenn men eg var teamless, og væntaði ikki nakar fór at spyrja meg, men at onkur gjørdi tað, eri eg glaður um.”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Liði er øðiliga “open minded” um hvat og hvussu vit skulu spæla, so tað endar við at vit spala nógv merkiligt, men tað hevur so tað við sær at fáa nøkur spicy counter picks sum kann bara vinna okkum spali tí onnur lið duga ikki at spala ímóti tí.”

Hvør er tín yndis champion og hví?

“Favourite champ er sikkurt azir sjálvt um hann er garbage, kann man gera øðiliga fancy plays.”

Alyú:

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Eg byrjaði at spæla league í season 1, systkinabarnið hjá mær vísti mær tað, og eg havi altíð dámt spæli, men ikki tá item reworks komu.”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Altíð spælt adc, men so tá eg climbaði til Diamond tá spældi eg support, (support role er easy kekw) Main champ er Senna, men spælið faktist allar adcs, havi ikki tol til at bara spæla ein champ hvørt spæl.”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“Fyrimynd úr proscene er Uzi, I mean, hvør adc hevur ikki Uzi til fyrimynd, my guy er insane.”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg betri sum spælari?

“Royni ofc altíð at blíva betur, men eg eri bara í slumber beint nú, veit ikki hvat eg geri skeivt, klári ikki at forbetra meg sjálvan atm. (Eisini tað at eg adapti til tað eg spæli ímóti, lægri rank helst) So sjálvandi eisini guides og Rekkles stream. Guides hava hjálpt mær mest haldi eg.”

Hvussu kom tú í Høvdina?

“Regin skrivaði bara til mín og spurdi um eg hevði hug, sjálvandi tímur man, lá eisini betur fyri hesaferð enn sýst, hon man var 100%, og helst tá man sá ZereZi mid, (spælt øguliga nógv saman)”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Eg haldi at vit burdi fingið top 4 men gongur ikki akk eftir atlan, skulu finna playstyle hjá okkum, so burdi tað gingið nógv betur.”

Hvør er tín yndis champion og hví?

“Fave champ er Kai’sa, hennara kit og tað at hon eitur Kai’sa. (Mítt navn er Kai hehe) Eisini bara altíð dámt væl at spælt hana.”

Hassis:

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Eg byrjaði at spæla tá ein gamal vinmaður introduseraði meg til spæli fyri umleið 9 árum síðani. Ta fyrstu tíðina var eg ekstremt vánaligur og dámdi tí ikki nakað serligt at spæla. Tá eg seinni fann útav at har vóru fólk, sum spældu spælið professionelt bleiv eg heilt bitin av at hyggja eftir dystum og byrjaði sjálvur at royna og eftirlíkna teir, sum eg hugdi eftir.”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Eg byrjaði at spæla support fyri at kunna spæla saman við einum vinmanni, sum spældi bot lane. Eg havi síðani roynt fleiri aðrar rollur, men eg endi altíð við at venda aftur til support rolluna; orsøkin til hetta er helst tí, at rollan eftir mínari meining hevur møguleika fyri at stýra spælinum meira enn nøkur onnur rolla, sum eg haldi verða stuttligasti parturin av League.”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“Eg havi longi sæð upp til Hyllissang og Ignar sum support spælarir. Báðir hava ein aggrasivan support playstyle og leggja stóran dent á at hava ávirkan um alla mappuna.”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg betri sum spælari?

“Eg havi roynt og tikið okkurt av tí, sum eg havi lært frá at hyggja eftir øðrum support spælarum inní mín egna máta at spæla spælið uppá. Og vóni at betra um meg sjálvan við at forseta við hesum, tó kanska við meira inspiratión frá øðrum føroyskum support spælarum, sum eg komi at spæla ímóti.”

Hvussu kom tú í Høvdina?

“Regin kom við uppskotinum um at gera eitt lið. Vit tosaðu um tað í fleiri dagar og megnaðu í síðstu løtu at finna nokk spælarir til at gera tað gjørligt.”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Eg eri sera spentur uppá at spæla við hinum spælarunum á liðnum. Eg havi ikki spælt við flestu av teimum áðrenn kappingin byrjaði, men trúgvi, at aftaná vit hava spælt saman í eina tíð, so kunnu vit blíva eitt sera gott og spennandi lið.”

Hvør er tín yndis champion og hví?

“Eg elski at spæla Bard. Onki í league er so stuttligt, sum at ferðast runt um mappuna ímeðan mann samlar chimes og lurtar eftir “I’m gonna be (500 miles)” á repeat. Bard er ein av teimum supports, sum kunnu hava hægst impact á mappuni yvir alt spælið og onki er so satisfying sum at broyta úrslitið av einum dysti við einum góðum ultimate.”

So eru at enda nakrir spurningar til alt liðið!

Fyrst og fremst, hví valdu tit navnið Høvdin?

“Okkara liðskipari hevði persónligt tilknýti til Svínoy. Vit kannaðu tí eitt kort yvir Svínoy og funnu eitt stað har sum kallaðist Høvdin.”

Hví burdi mann fylgt við tykkum sum lið?

“Vit hava allir fyrr verið við í kappingum, men flestu av okkum hava enn ikki megna eitt úrslit sum vit eru nøgdir við. Vit hava tí stovna eitt lið, sum vit meina kann fremja óvæntaði avrit, sjálvt ímóti teimum bestu.”

Hvat er endamálið við liðinum

“Endamálið hjá okkum er uttan iva at vinna sesong 2 av Effo deildini. Við hesum vóna vit tó eisini at skapa spennandi dystir hvørja viku.”

Hvørjar væntanir hava tit fyri liðinum

“Vit taka tingni sum tey koma, og royna at enda á minimum top 4.”

Hvat gera tit fyri at koma har til

“Sjálvir meina vit at ein av stórstu styrkjunum hjá okkum liggur í at drafta eitt gott lið til hvønn dyst. Vit hava spælarar í øllum rollum, sum hava góða fatan á, hvussu League skal spælast og eru skjótir at koma við uppskotum ímeðan spæli er ígongd til, hvat næsta álopsmál skal vera. Vit meina, at League of Legends er eitt spæl, sum einans kann vinnast tá samstarv og samvirkan er hægst, vit hava tí altíð álit á, at um ein av okkum fer eftir einum ‘play’, so fylgja hinir stundisliga upp uppá tað.”

Hvussu sjálvsikrir eru tit í, at tit megna hetta?

“Vit eru nærmast 100% sikrir í, at vit vinna kappingina”

Er tað nakað lið, ið tit mynda tykkum eftir?

  • Misfits 2017 vs SKT 
  • Albus Nox Luna 2016 group stage
  • Taipei Assassins (TPA)

“Vit vóna at megna líknandi avrit sum hesi teams gjørdu.”

Tað var sera áhugandi og ótrúliga hype at hoyra frá hesum liðinum, og vónandi hava lesararnir nú fingið eitt sera gott innlit inn í, hvørjir hesir spælararnir eru, og hvørjar ætlanir liðið hevur! Eg elski at tey liðini, ið teir fáa íblástur frá, eru millum teir mest legendarisku underdogs í esports history! Vónandi síggja vit okkurt líknandi við Høvdini í Effo Deildini. Eg vil fegin ynskja Høvdini góða eydnu í kvøld. GL&HF

Cart
  • No products in the cart.