Team Spotlight: Megin

Hetta er liðið, øll hugsa um í løtuni. Effo Dagin sóu vit Megina fara ímóti Clash Team í einum dysti, sum flestu væntaðu fór at vera eitt Clash Team stomp. Clash Team eru jú tað liðið, sum er vandamiklast fyri lið, sum liggja undir Diamond. Clash Team hava skjótastu game times og størstu gold leads, tí teir veruliga stompa øll liðini, um teir koma framum. Megin tyktist eisini at vera eitt tílíkt lið. Teir vóru aftast og uttan ein einasta sigur í fleiri umfør við einari score á 0-6, men vístu seg enn at vera eitt vandamikið lið, tí nógvir dystir vóru sera javnir, serstakliga í byrjanarspælinum. Men so kom vend í, og Megin vann tríggjar dystir á rað á veg inn í Effo Dagin. Hetta sjúka winstreakið hildu flestu fór at enda, tá ið Clash Team skuldi vísa seg at vera mótstandari Megins til Effo Dagin, men Megin hava prógvað seg at verið eitt heilt annað lið enn tað, sum vit sóu í fyrsta umfari av Effo Deildini. Nú eru teir skarpir, ókonventinellir metabreakers, sum vísa seg at vera á veg uppeftir á stigatalvuni við einum 4 game winstreak. Óivað eitt lið, mann má fylgja væl við komandi vikurnar.

Á liðinum Megin hava vit:

TOP: Sveinur “SpinjitzuMasture” Akselsson Silvurstein

JGL: Rúni “HúniRammer” Hammer

MID: Eli “elí” Mortensen, liðskipari

BOT: Markus “Precióus” Køtlum

SUP: Leif “Mr Spaghettisoul” Fjallheim

SUB: Dávid “Mabongal” Heinesen

Teir hava svarað so svarað nøkrum spurningum, ið geva okkum eitt betri innlit til, hvussu teir eru sum spælarar.

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

SpinjitzuMasture: Stóri beiggin vísti mær league, so sjálvandi mátti eg spæla

HúniRammer: Eg byrjaði at spæla league of legends tí fleiri av mínum vinmonnum spældu. Tað gekk tó fleiri ár at eg byrjaði at spæla tað sum mítt main spæl

elí: Beiggi mín vísti mær spæli tá eg var heilt lítil, og havi elska tað síðani

Precióus: Eg byrjaði at síggja sysknabørn og vinfólk hjá teimun spæla, fleiri í vóru eldri enn eg, summi spældu Dota og onnur league. Mær dámdi væl kappingar andan í spælinum, og hvussu spælið var bygt upp. at man hevði ymsar roles í stóðu fyri ymsum uppgávum fyri at vinna spælið. So byrjaði man eisini at fylgja við í LCS, tá og fekk so nakrir favorit spælarar at hyggja eftir.

Mr Spaghettisoul: Eg byrjaði at spæla league í sesong 7-8 tá nakrir vinmenn vístu mær spælið. Eg bleiv beinavegin fangaður, tí eg helt tað minnaði eitt sindur um tey RTS spølini eg spældi fyrr. Eisini dámar mær sera væl at kappast sum eitt lið.

Mabongal: Eg hugdi ofta eftir beiggja mínum spæla League of Legends og vildi tískil eisini sleppa at royna tað. Tað var ikki ein feilur, tí eg havi spælt tað líka síðani

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

SpinjitzuMasture: Eg eri uppvaksin úti á hesti(hestoy), har eru ikki nógv fólk. Top-lane minnir meg um Hestoy tí á top eri eg sjálvur á eini oyggj. Sum oftast er tað 1 móti 1, so hann ið er betri fer at vinna lane. Eisini dámi eg at blíva counter picked, tí tá er tað eyka ringt at vinna lane. 

HúniRammer: Tað er tí at tá eg var nýggjur til spæli hevði eg hug at spæla blóðtysta úlvin Warwick. Havi ikki hugt aftur síðani tá. Tað at ein hevur kontrol á hvat hendur í einum dysti og ein hjálpur lanes og tekur objectives.

elí: Í løtuni spæli spæli eg mid, og eg haldi tað vera eina sera sterka role, har ein kann hava impact á aðrar lanes. Eg havi fyrr veri jungle main, og tað hjálpir kanska tá ið ein leitar eftir at roama og skirmisha í jungluni. Eisini er tað ein fyrimunir, tí at av tí at eg sjálvur havi maina jungle, veit eg hvussu vigtigt tað er at koordinera plays sum mid, saman við junglaranum.

Precióus: Eg havi altíð spælt adc, so leingi eg havi spælt league. Mær dámar væl hvussu man skal spæla rundan um liði fyri at yvirhøvir vera brúkbarður sum adc, Og um man kemur afturum at spæla róligt og taktiskt fyri at royna at koma inn aftur í spælið aftur. Eg spæli nokkso erlygame champs, tí at eg føli mítt micro-game er betur erly.

Mr Spaghettisoul: Eg havi spælt allar rollurnar fyrr. Byrjaði sum top/jg main við Garen og Xin Zhao, skifti síðani til mid við Vladimir sum eg mainaði upp til síðstu sesong. Eg havi nú skift til Support rolluna tí eg haldi at hon hevur størri ávirkan á spølini, serliga við at man kann gera nógv meira early/mid game tá man ikki er bundin til eina lane.

Mabongal: Eg havi altíð verið sera skiftandi millum rollur, men í løtuni spæli eg serliga toplane, har eg elski at split pusha. 

Hvør er tín yndis champion?

SpinjitzuMasture: Aurelion sol, hann er tann kulasti champion í spælinum. Mær dámar annars at spæla alt, tí eg kann spæla flestu champions.

HúniRammer: Aurelion Sol

elí: Skarner

Precióus: Yndis champ nakrantíð hevur veri Katarina við smite í season 6, Har eg climbaði til D1 Masters promo, men megnaði ongantíð at rakað Master. Annars havi eg hildi meg til Draven, Kalista og Jinx hesar sístu seasons.

Mr Spaghettisoul: Rakan

Mabongal: Havi ongan

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

SpinjitzuMasture: Eg havi altíð fylgt nógv við Rekkles. Rekkles hevur ein góðan spæli stíl sum mær dámar væl, hann er eisini svangur eftir at vinna og tað dámar mær væl.

HúniRammer: Ja Tyler 1

elí: Nei

Precióus: Doublelift er ein av teimun pro’s eg havi fylgt mest, annars havi eg dámt væl at fylgja liðum sum CLG, TSM, C9, Fanatic og SKT T1 fyri at síggja spælistíl og samanspæl hjá teimun

Mr Spaghettisoul: Eg havi altíð verði brennandi Fnatic fan, síðani eg fyrst byrjaði at hyggja eftir proplay. Størsta fyrimyndin eg havi er tí FNC Hylissang, mær dámar serliga væl hansara spælistíl. 

Mabongal: Mær dámar serliga væl Thebausffs, tí hann hevur ein øðrvísi spælistíl enn aðrir spælarir. Hann dámar eisini serliga væl at split pusha og hevur eina øðrvísi hugsan rundam um deaths, har hann ofta sigur at síni deaths eru “worth,” tí hann entin fær tower platings ella fær sína minnion wave í eina góða positión

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg til ein betri spælara?

SpinjitzuMasture: Við at spæla. Eg royni altíð at limit testa, tí eg vil vita hvussu sterkur eg eri við einum ávísum champion. Onkuntíð greini eg dystir eg havi spælt, fyri at fáa meira innlit á hvat eg geri rætt og hvat eg geri skeivt. Eg brúki nógva tí uppá at diskutera league við vinum. Vit fáa nógv burtur úr sum til dømis hvussu man kann counter’a champions ella hvat er ein góð team comp o.sv.. 

HúniRammer: Ja veit ikki um eg verið betri spælari av tí at eg eri hardstuck platinum 

elí: Spæla meiri

Precióus: Havi lagt nógvar tímar inn, men tó haft nakrar pausur av og á. Eisini er tað stuttligari um man kemur upp á eitt hæggri støði at kappast, sum í soloq

Mr Spaghettisoul: Eg havi nokk lært mest við bara at spæla nógv, og so lært av teimum feilum eg geri ingame. Annars fylgi eg við hvat pro spælarnir spæla og royni at eftirlíka teirra spælistíl. Til endans havi vunnið ímóti FNC Upset í solo queue.

Mabongal: Eg bleiv spurdur um at koma í Megina av Eli, tá takkaði eg nei, tí eg væntaði ikki at eg fór at hava tíð til at spæla. Hann spurdi síðani um eg kundi vera sub og tá segði eg ja

Hvussu kom tú uppí Megina?

SpinjitzuMasture: Eg kendi ein sum var komin á liðið so bleiv eg bjóðaður at spæla top, tí eingin annar spælir top.

HúniRammer: Hettar var tí at eg og Eli eru góðir vinmenn og hann ætlaði at gera eitt lið. So sjálvandi ringdi hann til tann besta junglarinum hann kennir 

elí: Eg manglaði lið til kappingina, og hugsaði tað vera genialt høvi til at gera eitt lið, so eg skrivaði út á lol’aran at eg og leif manglaðu 3 spælarar

Precióus: Eg havi hugsa um at fara at roynt at spæla league sum eitt lið spæl, eg havi altí spælt sjálvur ella við 1-2 vinmonnum. Men nú hoyrdi eg at ein kapping var, og so tók eg kjansin og royndi at finna eitt lið.

Mr Spaghettisoul: Eg manglaði eitt lið aftaná Spacebeans, fyrrverandi liði eg spældi í, ikki fór at vera við í Effo deildini aftur. Eg og Eli royndu so at finna eitt nýtt lið, har vit so møtti restina og stovnaðu Megin.

Mabongal: Eg bleiv spurdur um at koma í Megina av Eli, tá takkaði eg nei, tí eg væntaði ikki at eg fór at hava tíð til at spæla. Hann spurdi síðani um eg kundi vera sub og tá segði eg ja

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

SpinjitzuMasture: Vit eru allir sera ungir og svangir eftir at vinna. Eg føli at vit blíva betri við hvørjum dysti vit spæla.

HúniRammer: Eg haldi at tað er gott, og vit finna væl útav tí saman sum lið 

elí: Liðið er fínasta slag, og eingin er bangin fyri at gera plays

Precióus: Vit eru ógvuliga ymiskir, allir á liðinum og tað haldi eg er so mega feitt!

80% av liðnum høvdu ikki møtt hvørjum øðrum fyrr enn leygardagin 26. Mars, har vit komu orduliga at læra hvønn annan at kenna. Allir eru fínir fýrar.

Mr Spaghettisoul: Eg haldi vit eru eitt lið við góðum spælarum, sum eru svangir eftir at vinna.

Mabongal: Eg haldi at tað er klasse hvussu skiftandi vit eru, har man ongantíð veit hvussu spælið fer at ganga, eitt sindur sum Manchester United

Til liðið: Fyrst og fremst, hví valdu tit navnið Megin?

Vit valdu navnið Megin tí tað hevur eina “sterka meining”

Hví burdi mann fylgt við tykkum sum lið?

Tí vit eru unpredictable, har eingin veit um vit fara at gera eitt upset ella ikki.

Hvat er endamálið við liðinum?

At vísa at David klárar at vinna ímóti Goliat

Hvørjar væntanir hava tit fyri liðinum? Hvat gera tit fyri at gera hasar vænaninar til veruleika? Hvussu sjálvsikrir eru tit í, at tit megna hetta?

Vit vænta at koma í top 6, har vit vóna at vit megna at gera nøkur upsets afturat, soleiðis at vit kanska koma enn longri. Fyri at gera hesar væntanirnar til veruleika mugu vit skilja spælistílin hjá hvørjum øðrum betri, við m.a. at spæla meiri flex games og at scrimma

Er tað nakað lið, ið tit mynda tykkum eftir?

Nei vit mynda okkum ikki eftir nøkrum liðið. Vit mynda okkum eftir alpha mentalitetinum hjá heimskenda Tyler1.

Hetta eru risadrepararnir, ið megnaðu at sigra á Clash Team. Men størsta royndin hjá liðinum er tó enn fyri framman, tí teir skulu tryggja sær í minsta lagi eitt 6. pláss fyri at koma til kvartfinaluna. Eitt ótrúliga stuttligt lið, sum koyrir á ungari megi sum drívkraft. Allir spælararnir hava víst, hvat teir eru førir fyri. Veruliga eitt lið, sum livir upp til liðnavnið ‘Megin’.

Cart
  • No products in the cart.