Team Spotlight: Músavíkingar

Músavíkingar er eitt nýtt lið í Elektron deildini, men nøkur av nøvnunum kenna vit aftur. Millum annað síggja vit Frosty, sum fekk sítt debut á PocketRocket fyri nøkrum árum síðan, og hevur síðani spælt við Team Ballast í tvær sesongir, og við BloodSportGaming har hann megnaði eitt 2. pláss í seinastu sesong. Ozz hava vit eisini sæð fyrr sum ein sera góðan fraggara í ymiskum liðum. Karim, nú nevndur SkrtNeglHann, er eisini á síggja á liðnum, og er ofta róptur sum ein av dugnaligastu áræsnu spælarunum í føroyum. Saman við nýggju liðfelagunum hava teir eitt breitt úrval av spælistílum, sum er við til at gera teir til eitt sera farligt lið í sesong 5!

Liðnavn:
Músa Víkingar

Hvat er tykkara mál fyri Elektron deild sesong 5?
At klára okkum so gott sum til ber, vit vilja sleppa í finaluna og sjálvandi royna vit at vinna 😉

Hvat fyri lið halda tit er ringast at spæla í móti í ár og hví?
Tað má nokk vera Team TT, ella Team Ballast, TT hava sterkastu individuellar spælarar, meðan Ballast, former champs, spæla sera væl saman sum eitt lið.

Hvør gevur tykkum besta kjans at vinna clutches? 🙂
Ozz

Hvør á liðnum heldur tykkum í gongd tá tit mangla eitt moralboost? 🙂
Frosty er altíð klárur við positivum orðum

Hvør er tann sjúkasti til at poppa heads? 🙂
SkrtNeglHann og Mogens

Hvør er 2000IQ Player? 🙂
Ozz

Hvør er kongurin av utility usage? 🙂
Frosty

Hvør er eco fragger? 😉
Mogens

Á hvønn hátt er tykkara lið ymiskt frá tykkara kappingarneytum?
Vit hava allir hvør sín spæli stíl, og tá vit seta tað saman so kann tað blíva farligt

Um man plussar allar tímarnar hjá á liðnum saman á steam, hvussu nógva tíð hava tit so tilsamans í CS:GO?
Elmir-2482 Mogens-4218 SkrtNeglHann-4037 Frosty-3979 Ozz-3465 so tilsamans 18181 tímar, í skrivandi løtu.

Um tit kundu geva hinum liðunum eini boð, hvørji høvdu tey boðini verið:
get good

 

 

Endamálið við ‘Team Spotlight’ er ikki at gera alt ov álvarsamt av, men at veita eitt lítið innlit í liðið til stuttleikar. Vit vita ikki hvør leikarin er á liðnum sum hevur fylt út 🙂

Cart
  • No products in the cart.