SpaceCowboys eru aftur við í ár, eftir at hava givið fjepparunum eina serstakliga spennandi semi-finalu í móti Team Ballast til sesong 4. Spælistílurin hjá SpaceCowboys er ein, har vit síggja meira samanspæl í millum leikararnar, enn styrkir hjá einstakum leikarum. Hóast hetta fáa vit til tíðir glottar av einstakum leikarum, tá leikarirnir eru førir fyri at taka sakir í egnar hendur tá teir føla tað, og tað er krav á tí.
Liðnavn:
SpaceCowboys
Hvat er tykkara mál fyri Elektron deild sesong 5?
At ikki enda aftast og at hava fuuun
Hvat fyri lið halda tit er ringast at spæla í móti í ár og hví?
Team ballast, tí teir eru so ekstremt turrir og gera ikki nakran feil.
Hvør gevur tykkum besta kjans at vinna clutches? 🙂
HyperSniper
Hvør á liðnum heldur tykkum í gongd tá tit mangla eitt moralboost? 🙂
Rooster
Hvør er tann sjúkasti til at poppa heads? 🙂
Ima við scout
Hvør er 2000IQ Player? 🙂
Rooster
Hvør er kongurin av utility usage? 🙂
Rooster
Hvør er eco fragger? 😉
Leifsson
Á hvønn hátt er tykkara lið ymiskt frá tykkara kappingarneytum?
Tað at vit hava skift spælarir forbiðið ofta og at vit aldrin hava pracca.
Um man plussar allar tímarnar hjá á liðnum saman á steam, hvussu nógva tíð hava tit so tilsamans í CS:GO?
Umleið 10000
Um tit kundu geva hinum liðunum eini boð, hvørji høvdu tey boðini verið:
Nær fara tit international?
Endamálið við ‘Team Spotlight’ er ikki at gera alt ov álvarsamt av, men at veita eitt lítið innlit í liðið til stuttleikar. Vit vita ikki hvør leikarin er á liðnum sum hevur fylt út 🙂