Teamspik er eitt lið sum væntandi kemur at veita mótstøðuni serstakliga harða kapping í ár. Talan er um eitt lið av spælarum sum eru serstakliga dugnaligir individuelt, men Teamspik hava eisini spælarar við førleikum fyri samanarbeiði og taktikki. Tað týður á at tað er øgiliga høgt til loftið hjá teimum, og teir hava kjans at verða eitt av teimum farligastu liðunum í føroyum! Vit kenna Hunsar, Nutson (áður sum en1gma), FaroeMystic, og HappyFeet aftur frá øðrum liðum sum hava gjørt nógv um seg í undanfarnu sesongunum av Elektron deildini.
Liðnavn:
Team Spik
Hvat er tykkara mál fyri Elektron deild sesong 5?
At inspirera ungdómin og vísa teimum hvat kann henda um man arbeiður hart fyri tað sum man vil hava.
Hvat fyri lið halda tit er ringast at spæla í móti í ár og hví?
Team Ballast
Hvør gevur tykkum besta kjans at vinna clutches? 🙂
Hunsar
Hvør á liðnum heldur tykkum í gongd tá tit mangla eitt moralboost? 🙂
Happyfeet
Hvør er tann sjúkasti til at poppa heads? 🙂
FaroeMystic
Hvør er 2000IQ Player? 🙂
Mada
Hvør er kongurin av utility usage? 🙂
Mada
Hvør er eco fragger? 😉
Enigma
Á hvønn hátt er tykkara lið ymiskt frá tykkara kappingarneytum?
Enigma á LAN
Um man plussar allar tímarnar hjá á liðnum saman á steam, hvussu nógva tíð hava tit so tilsamans í CS:GO?
25618
Um tit kundu geva hinum liðunum eini boð, hvørji høvdu tey boðini verið:
Um vit ikki koma LAN so er tað tí Happyfeet er úti og spælur blikka
Endamálið við ‘Team Spotlight’ er ikki at gera alt ov álvarsamt av, men at veita eitt lítið innlit í liðið til stuttleikar. Vit vita ikki hvør leikarin er á liðnum sum hevur fylt út 🙂