Enn einaferð síggja vit TT Gaming í Elektron deildini. TT Gaming luttóku eisini til seinastu sesong, men eftir at hava verið stórir favorittar, vísti tað seg at liðið ikki stóð í mát við tað sum flestu væntaðu, tó at teir megnaðu at bjarga sær til eitt 3. pláss. Í ár sær út til at teir hava fingið meira greiðu á liðið, og intil víðari hevur tað eydnast serstakliga væl hjá TT Gaming, og tað er kanska í ár at TT Gaming livir upp til stóru vónirnar sum verða knýttar at stjørnuspælaraliðnum.
Liðnavn:
TT Gaming
Hvat er tykkara mál fyri Elektron deild sesong 5?
At vinna
Hvat fyri lið halda tit er ringast at spæla í móti í ár og hví?
Alt líka nemt
Hvør gevur tykkum besta kjans at vinna clutches? 🙂
Ongin, allir sokka líka nógv
Hvør á liðnum heldur tykkum í gongd tá tit mangla eitt moralboost? 🙂
allir eru altið tilted
Hvør er tann sjúkasti til at poppa heads? 🙂
Jimmy
Hvør er 2000IQ Player? 🙂
Jimmy
Hvør er kongurin av utility usage? 🙂
Frusaz
Hvør er eco fragger? 😉
Hedin
Á hvønn hátt er tykkara lið ymiskt frá tykkara kappingarneytum?
idk
Um man plussar allar tímarnar hjá á liðnum saman á steam, hvussu nógva tíð hava tit so tilsamans í CS:GO?
22171 (+arizon = 32171)
Um tit kundu geva hinum liðunum eini boð, hvørji høvdu tey boðini verið:
tað er for nemt
Endamálið við ‘Team Spotlight’ er ikki at gera alt ov álvarsamt av, men at veita eitt lítið innlit í liðið til stuttleikar. Vit vita ikki hvør leikarin er á liðnum sum hevur fylt út 🙂