Team Spotlight: Xaroe

Næsta brotið av Team Spotlight bleiv so Xaroe. Teir eru millum kendastu liðini í Føroyum og ein vanlig sjón, tá tað kemur til endaspælið. Xaroe eru eyðkendir fyri sín spælistíl, ið leggur upp til teamfight og scaling. Xaroe sum vit kenna tað varð stovnað í 2018, tá Pætur Petersen og Gilli Samuelsen settu liðið saman. Allir limirnir kennast væl og eru góðir vinmenn, og tað sæst ofta væl í spælinum. Tað er ofta, at okkurt fjas fer fram í dystunum hjá teimum. Xaroe er eitt ordans meme team.

Í liðinum eru

TOP: Pætur “XAR Trøllapatta” Petersen, liðskipari

JGL: Búgvi “XAR Feringen” Nilsen

MID: Gilli “XAR Alpha” Samuelsen

BOT: Bjartur “Nybe” Hansen

SUP: Sveinur “JUNGLEAPEROLE” Ákason

SUB: Bogi “Trøllid” Petersen

Eg havi sett teimum nakrar spurningar, og teir fara at greiða frá bæði sínari søgu sum spælari og sum lið. Vit byrja frá top og oman til substitute.

XAR Trøllapatta:

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Ein vinmaður vísti mær tað, tá spældu vit bara 3 v 3 til stuttleikar.”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Valdi ikki mína rollu, rollan valdi meg. Dámi faktiskt ikki Top í solo/duo que, tað er ein coinflip role. Tað mær dámar væl við Top tá mann spælur kapping er at mann kann spæla weak side og gera tað til ein kunst. Eg veit at eg eri weak link á liðnum og velji at útnýtta tað.”

Hvør er tín yndis champion?

“At spæla er tað nokk Wukong.”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“Mann kemur ikki uttan um Faker, men top lane´ari í løtuni so Wunder kanska.”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg til ein betri spælara?

“Vænti, at eg veri betri gjøgnum kappingina. Annars, so er tað bara at halda seg skarpan og gera og spæla tað, sum liði hevur brúk fyri.”

Hvussu kom tú uppí Xaroe?

“Eg og Gilli stovnaðu Xaroe í 2018, tað var fyri stuttleikar, síðani er tað blivið meir og meiri seriøst.”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Eg haldi at okkara lið er væl saman spælt. Vit kenna okkara rollu á liðnum, hvør skal carry´a nær osv.”

XAR Feringen:

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Eg spældi eitt sidnur av Leauge aftri í season 2-3, av tí at nakrir í mínum fólkaskúla flokki vístu mær spæli, men gavst skjótt eftir at eg var hardstuck silver. Eg prøvaði síðani spæli aftur seint í season 9 og tá gekk tad munandi betur har eg beliv gold og næstu season Diamond.”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Valdi Jungle tí tað er rollan við mest impact og eftir mínari meining ringast at master’a og mest complex.”

Hvør er tín yndis champion?

“Leingi hevur tað veri Kayn, men í seinastuni havi eg dáma sera væl Diana og Hecarim, MEN um sylas jungle hevði blivi buff’a so hevði eg 1 tricka tað.”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“Altíð hugt upp til Jankos og serliga Canyon, men eisini Bengi.”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg til ein betri spælara?

“Grinda og hugt sera nógv eftir Lec, Lpl og Lck og sjálavndi streams.”

Hvussu kom tú uppí Xaroe?

“Var á einum shit liðið og fyri at gerast betur fór eg í Xaroe aftana eg hevði tikið meg fram í solo q osfr. Eisini tí at tað eru klasse dreingjir.”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Vit eru Best, onki at koma eftir, kann ikki blíva spurdur.”

XAR Alpha:

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Alt byrjaði í Margarin fabrikkini við jón sølva og Magna weihe, tvær legendur sum tiverri ikki spæla longur.”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Mid lane og eg passar væl saman, dáma væl nógv action allaðtíð, man kann aldrin vera í frið, altíð onkur junglari sum er í neyð tí hann hevur fail’a eitt invade, og tað er so deiliga stutt oman í bot lane at taka shutdowns aftaná at teir hava int’a nakrar ferð, havi spælt mid nú í eini 5 ár on/off, og ætli mær ikki at steðga. Og so er mid lane’in so deiliga stutt at tað er rættuliga ringt at gera freeze, og av tí sama hendur meiri í lane’ini.”

Hvør er tín yndis champion?

“Tá eg byrjaði at spæla mid spældi eg sera nógv Anivia, men sum tíðin gongur eri eg vaksin frá henni, og haldi meg mest til champs sum eru eitt sindur meiri all in, til dømis Vex,Yasuo,Ekko,Jayce. men havi einki ímóti at vera boring og spæla eitt 1v9 spæl við Lux ella Veigar.”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“Tiverri fylgi eg ikki so væl við á pro scenuni, men tá eg gjørdi helt eg við Evil Geniuses, har mín yndis leikar var junglarin Snoopeh, hann var bara ein stuttligur persónur at hyggja eftir, havi eisini hugt nógv eftir Bjergsen, sum eisini var ein filty Anivia 1trick líka sum eg :)”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg til ein betri spælara?

“Eg spæli nógv, og havi hugsa sera nógv um at keypa ward, og hjálpa liðnum uppá tann mátan, og tað havi eg optimera haldi eg, so í seinastuni havi eg lært meg eitt sindur betur nær tað er at eg skal roam’a og nær tað er betur at cs’a mid, og tað hevur gjørt at eg fái nógv betur cs, og av tí sama fái eg fyrr mínir powerspikes.”

Hvussu kom tú uppí Xaroe?

“Eg og Pætur (Trollapatta) Stovnaðu Xaroe í 2018 til eitt E-lan, og av tí at vit sera sera kendir innan fótbóltin, vóru tað beinanvegin nógvir dreingir sum vildu vera á okkara liði fyri at fáa eitt sindur av einum status-boosti. Tvætl. Vit hava hildi nøkunlunda somu manning sum í 2018, sjálvandi við onkrum broytingum og role swaps.”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Xaroe er farið frá at vera nakrir dreingir, sum spæla til stuttleikar, til at vit eru blivin ein lítil familja, har vit standa saman í viðgongd og mótgongd, vit flenna saman, gráta saman, elska saman, drekka saman. Men viktigast av øllum er at vit STANDA SAMAN!!!! GGWP”

Nybe:

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Beiggji mín spælur nógv dota 2 so eg havi altíð hugt eftir har, og av tí sama fann hann league og prøvaði tað men tað var ikki hansara stílur, men mær dámdi tað væl og havi spælt tað síðan season 2.”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Eg valdi ikki at spæla adc men bleiv tvungin at spæla tað tí at okkara “jungler” er ein ljóti fani. tað góða við adc at allir royna at peela fyri teg so tú kanst blíva carry, men tað hendur ikki xaroe tí allir er mongolar.”

Hvør er tín yndis champion?

“Mær dámar champs við infinite scaling ella teir sum kunnu fara inn og bara tanka dmg. mínir yndis beint nú eru veigar, zac og lillia, men lillia er bara trash beint nú.”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“Eg hevði sagt jankos fyri hansara spæli stíl “first blood king” og hansara persoligheit.”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg til ein betri spælara?

“Spæli bara fyri tað mesta og læri av mínum feilum, og hyggji sindur eftir pro streams.”

Hvussu kom tú uppí Xaroe?

“Aftaná eg vann Elan 2018 har Xaroe eisini spældi við, so bleiv eg scouted. Nei tvætl allir mínir vinir eru á Xaroe.”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Allir eru so ljótir, men eg elski allir. Vit eru ikki 5 fingrar men ein nevi, Kann ikki blíva spurdir.”

JUNGLEAPEROLE:

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Beiggji min fekk meg at spæla lol i ungum aldri.”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Eg spæli supp tí mær dámdi at spæla Thresh og mitt systkina barn sum er eitt sindur eldri enn eg helt hann eisini vera ein feidan champ (hann var new released). Og tad mær dámar vid honum er tad er eg kann royna at vinna allar lanes ikki bara bot, eg eri eisini sum oftast roaming supp, so adc’s hava tad oftani ringt vid at spæla við mær.”

Hvør er tín yndis champion?

“Thresh.”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“Mær dámar væl Kaiser ti hann er kendur fyri at vera hesin engage supp player sum finnur sick engages og vinnur lane i heilum.”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg til ein betri spælara?

“Eg havi spælt rættiliga nogv, sum eini ger at eg verid betrid og betrid. Eg spæli a rættiliga høgum rank, og teir spælarir man spælir vid og imoti hjalpa sjalvandi eisini einum.”

Hvussu kom tú uppí Xaroe?

“Eg kendi Hakun sum háladi meg inni Xaroe.”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Lidid eg spælid vid er tad besta allir godir vinmenn bædi online og offline vit hava oftani ball saman og eri saman socialt.”

Trøllid

Hvussu byrjaði tú at spæla League of Legends?

“Eg byrjaði at spæla League of Legends í Season 2, tí nakrir vinmenn spældu tað. Síðan tá hevur tað verið ein casual hobby.”

Hví valdi tú at spæla ta rolluna, tú spælir? Hvat dámar tær við henni?

“Í hesum liðnum eri eg í flex/fill tá ið ein leikari manglar, men vanliga spæli eg jungle/mid. Grundin til at eg valdi hettar er tí at tað passar væl til mín spælistíl og at eg havi mest impact á mappina. Gott nokk eri eg silvur, men vit vita hvat hendir tá ið man verður undirmettur. Tað mær dámar væl við mid og jungle er sum sagt at man hevur nógva impact á mappina, man hevur nógv at siga í spælinum og so dámar mær eisini væl teir champs sum eru tøkir í rolluni.”

Hvør er tín yndis champion?

“Ein yndischamp er altíð ringur at velja haldi eg, men um eg skuldi valt ein, so skuldi tað nokk verði tann typiski Yasuo. Mær dámar tó eisini væl Viego.”

Er tað nøkur fyrimynd, tú hevur frá pro scenuni?

“Nei.”

Hvat hevur tú gjørt og fer at gera fyri at gera teg til ein betri spælara?

“Eg eri byrjaður at spæla eina rollu meir enn hinar, og ikki skifta ov nógv í millum. haraftuat royni eg at hugsa eitt sindur meir tá eg eri in-game, ístaðin fyri at bara spæla.”

Hvussu kom tú uppí Xaroe?

“Tað byrjaði við at eg og nakrir vinmenn fóru til E-lan í 2017 ella ‘18, tá var eg support. Árið eftir var eg skiftur út við táverandi  Glivursnes, nú JUNGLEAPEROLE. Tað var eitt gott skifti, tí hann var væl betur enn eg. Men síðan tá havi eg verið ein fastur partur á síðulinjuni. Ein sokallaður hype-man, sum onkur siga er tann mest umráandi rollan á einum liði.”

Hvat heldur tú um liðið, tú spælir í?

“Xaroe er eitt gott lið at vera partur av. Tað er altíð stuttligt. Man hevur tað gott saman.”

So eru tað eisini nakrir spurningar, ið eg vil spyrja liðið sum heild.

Fyrst og fremst, hví valdu tit navnið Xaroe?

“Tí, Xaroe ljóðar f-bannað gott. X er fyri X-factor, sum mann skal hava fyri at spæla á liðnum. Annars so er tað eisini Faroe uttan F og við X.”

Hví burdi mann fylgt við tykkum sum lið?

“Tí vit hava ein ávísan spælistíl, og eru eitt lið, sum er komi fyri at vera. Vit byrjaðu season 1, sum kempi underdogs, og byrjaðu at skapað eitt navn. Vit vilja hava, at øll kenna Xaroe.”

Hvat er endamálið við liðinum?

“Endamálið er at skapað eitt gott lið, sum hugnar sær saman, men spæla fyri at vinna.”

Hvørjar væntanir hava tit fyri liðinum? 

“Væntanirnar eru, at fara frá 3 plássi til eitt finalu pláss, vónandi vinna vit eisini Effo Deildina.”

Hvat gera tit fyri at gera hasar vænaninar til veruleika? 

“Vit spæla (venja) fyrst og fremst nógv. Men vit takað ein dyst at gangin, so vóna vit at tað røkkur til eitt finalu pláss. Tað einasta vit skulu venja nógv, er tað mentala hjá hjá ADC og Jungle.”

Hvussu sjálvsikrir eru tit í, at tit megna hetta?

“Vit eru sera sjálvsikrir. Vit hava MAMBA mentality.”

Er tað nakað lið, ið tit mynda tykkum eftir?

“Nei, Xaroe myndar sær ikki eftir nøkrum, tað mugu onnur gera eftir okkum. Kunnu ikki blíva spurdir.”

Tit eru sera kendir í Føroyum fyri eina passiva scaling playstyle, sum líkist ótrúliga nógv henni hjá CLG.eu heilt afturi í season 1 við scaling, teamfight, sterkum waveclear og CC. Hvat er ætlanin viðvíkjandi tykkara spælistíli? Er tað at koyra víðari við tí, sum riggar, ella kundu aðrir spælistílar verið júst tað lítla, ið tit mangla at vinna Effo Deildina?

“Tað er nakað, hini liðini mugu stríðast við. Sum nú er dáma vit sera væl at spæla fyri scaling og teamfight.”

Tað var sera spennandi at sleppa at hoyra, hvat Xaroe hava at siga. Í løtuni sita teir á fyrsta plássið, sum vísir, at tað er verulig vekt aftanfyri tí, teir siga um at vinna kappingina. Eg vil fegin ynskja góða eydnu til Xaroe í kvøld og víðari í kappingini, og vónandi lærdu lesararnir nógv um hetta spennandi liðið! 

Cart
  • No products in the cart.