Team Suh Dude Føroyameistarar

Vit ynskja stórt tillukku til Team Suh Dude, ið eru Føroyamseistarar í CS:GO 2020, Sesong 6. Finalan sæst niðast í greinini, og eisini vísa vit á Clips sum brúkarar hava clipt út fyri okkum.

Takk til stuðlarnir, ið eru við til at stuðla undir eSporti og Gaming í Føroyum. Elektron, Skálkur.fo, Pizza67, Elding Elrisin, Synack og Kirvi / Redbull.

Støðan í Elektron Deildini endaði soleiðis, áðrenn fari var undir finalu umførini:

Áðrenn finalan var leiktur, vóru Semi-finalur, fyri at avdúka hvørji 2 lið skuldu spæla um tann methøgan vinningin frá okkara stuðlum. Team Suh Dude spældi ímótir Harkaliðnum, og sjálvt um dystirnir vóru heldur javnir, vunnu Team Suh Dude greitt 2-0 á teimum.

Til hina semi-finaluna leikti Meet Your Destiny ímótir No Namers. Áðrenn dystin var leiktur, var dysturin mettur til at verða sera javnur, har bæði liðini eru sera sterk. Vit høvdu frætt, at No Namers høvdu vænt sera nógv áðrenn semi-finaluna, og gjørt sær nógvar tankar um hvussu leikast skuldu ímótir Meet Your Destiny. Men á dystardagin, tá fall alt liði hjá No Namers. Tað sá sera svart út longu frá byrjan, og Meet Your Destiny vunnu báðar dystirnar í rekord tíð, og sjálvt livestroymingin vardi undir 2 tímar í longd, í einari BO3 dystarskrá.

Kappingin byrjaði 25 Februar 2020 og endaði 24 Oktober 2020. Kappingin var heldur long, vegna Covid-19, ið gjørdi ein langan steðg frá Apríl til Oktober. Tað var trupult at fáa loyvi til at hýsa finaluna, men eftir loksins enda er finalan nú leikt, og vinnarnir gjørdist Team Suh Dude.

Í Elektron Deildini Sesong 6 spældu hesi liðini við:

Team Suh Dude
Meet Your Destiny
No Namers
AREA’51
SpaceCowboys
Peritus Absurdus
Harkaliðið
Cabardi Party

Clips og highlights frá finaluni:

<iframe src="https://clips.twitch.tv/embed?clip=ThankfulInquisitiveSpaghettiRickroll&parent=www.example.com" frameborder="0" allowfullscreen="true" scrolling="no" height="378" width="620"></iframe>
<iframe src="https://clips.twitch.tv/embed?clip=ScaryStylishPastaTheThing&parent=www.example.com" frameborder="0" allowfullscreen="true" scrolling="no" height="378" width="620"></iframe>
<iframe src="https://clips.twitch.tv/embed?clip=ExuberantBadLEDPeteZarollTie&parent=www.example.com" frameborder="0" allowfullscreen="true" scrolling="no" height="378" width="620"></iframe>
<iframe src="https://clips.twitch.tv/embed?clip=AntsySmoggyBibimbapYouWHY&parent=www.example.com" frameborder="0" allowfullscreen="true" scrolling="no" height="378" width="620"></iframe>
<iframe src="https://clips.twitch.tv/embed?clip=TawdryDifferentBobaKappaClaus&parent=www.example.com" frameborder="0" allowfullscreen="true" scrolling="no" height="378" width="620"></iframe>
<iframe src="https://clips.twitch.tv/embed?clip=SweetSourSnakeNotATK&parent=www.example.com" frameborder="0" allowfullscreen="true" scrolling="no" height="378" width="620"></iframe>

Finalan sæst her:

<iframe src="https://player.twitch.tv/?video=780338741&parent=www.example.com" frameborder="0" allowfullscreen="true" scrolling="no" height="378" width="620"></iframe>