Tik Tok Titans vs. Góðaráð

Tað er ein dystur afturat í kvøld, sum byrjar kl 21:00. Tað eru tvey sera sterk lið, har ið dysturin er sera týdningarmikil sum ein Góðaráð fjeppari. Góðaráð liggja í løtuni á einum 5. plássi og eru ikki tryggjaðir enn at koma í kvartfinalurnar. Tí hevði ein sigur ímóti toppliðinum TTT verið fantastiskt fyri Góðaráð.

Um tað er eitt matchup, mann skal fylgja sera væl við í, so er tað toplane. An Dry Ass og GSE Siggypee eru millum bestu toplaners í Føroyum. An Dry Ass hevur spælt ótrúliga væl gjøgnum alla kappingina og er millum hægst ranked spælararnar í Føroyum. Gnar hjá Siggypee megnaði at taka liðið á bakið ímóti Xaroe í síðstu viku og er tí ein sera vandamikil champion at geva Siggypee. Champion pools hjá teimum báðum líkjast nógv, so vit kunnu vænta eitt stríð yvir, hvør fær m.a. Gnar frá báðum liðum. Uttan iva eitt sera spennandi spæl fyri allar toplaners at fylgja við í! Góða eydnu til bæði liðini og vit hoyrast kl 21:00!

Cart
  • No products in the cart.