CS:GO – Sesong 6 tilmelding

Nú eru vit til reiðar at skráseta lið og leikarar til Elektron Deildina, og samstundis eisini undankappingina! Fyri at koma beinleiðis víðari í Elektron Deildina brúka vit okkara gamla “3 av 5” reglugerð ið eisini var galdandi seinastu sesong. Nágreiniligari kunning um hetta er seinni í tekstinum.

Vit eru sera spent uppá nýggjastu sesongina av okkara Counter Strike kapping, ið hesaferð eitur Elektron Deildin #6! Deildin er stuðlað av Elektron, Elding, Monster/Kirvi, Pizza67, Synack og Skálkur.fo! Áleið 56 leikarar fara at leika í deildini, og umleið 70 í Deild B. Í Elektron Deildini Verður spælt um góðar 70.000,- tilsamans. Tað verða top 5 liðini sum fáa sín part av teimum 70.000 vinningunum,  og mett verður at vinnandi liðið fær áleið 35.000,-. Júst hvussu vinningarnir verða burturlutaðir í millum liðini verður kunngjørt tá kappingin er byrjað. Tó so, verður hetta kunngjørt áðrenn kappingin er komin í helvt. 

Teir flestu leikararnir og liðini mugu spæla seg víðari úr undankappingini fyri at koma víðari til Elektron Deildina. Undankappingin verður spæld yvir 4 dagar, frá tann 20. Februar til 23. Februar. Kappingin verður spæld í einum bracket skipan, við winners/losers bracket. Tað er ókeypis fyri øll at luttaka í undankappingini.

Hósdagin til sunnudagin, 20-23. februar verða dystirnar leiktar í undankappingini. Dagin eftir verður kunngjørt hvørji lið luttaka í Elektron Deildini. Eisini verður kunngjørt hvar hini liðini leikað.

Tilmelding kann gerast á leinkjuni niðanfyri.

https://forms.gle/LLUUcL55EMUc8GNY9

Seinasta freist at melda seg til undankappingina er Mikudagin 19. Februar klokkan 14:00. Meldið tykkum til stundisliga, soleiðis at allir leikarar verða skrásettir rætt. Liðini ið ikki koma víðari til Elektron Deildina fáa høvið at luttaka í Deild B. 

Fyri at sleppa beinleiðis í Elektron Deildina er neyðugt at 3 av 5 spælarum á liðnum framvegis eru teir somu leikararnir sum luttóku í sesong 5 av Elektron Deildini. Eisini loyvur regulin, at um 4 av 5 leikarum koma úr top 5 liðunum frá síðstu sesong, so fær liðið eisini beinleiðis atgongd til Elektron Deildina. Tað eru bert main-roster leikarir ið telja.

Stroyming

Vit royna at stroyma alla undankappingina. Annars verður finalan stroymað á www.twitch.tv/esportfo. 

Mannagongd

Liðini fáa tillutað ein servara at spæla á, sí nærri á CS:GO síðuni tá skrásetingin er liðug. Bæði liðini skulu møta stundisliga á servarinum, og spælt verður altíð so skjótt sum gjørligt eftir ein dyst. 

Á okkara CS:GO síðu ferð at verða eitt leinki til at síggja Brackets og hvørjir dystir skulu spælast. 

Kunngjørt verður nærri júst hvørji lið koma víðari frá undankappingini til Elektron Deildini, har spælt verður um hægsta vinning nakrantíð hjá okkum; 70.000,-.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here