Tips til Wingman 2v2

Pistol Round:
CT-side hevur ein stóran fyrimun í pistol round. USP-S og P200 hevur væl betur long range accuracy og tí gevur góða meining, at halda frástøðu til mótstøðuleikaranar. Tað hevur altíð verið sagt, at mest týdningarmikla rundan í einum CS:GO dysti, er pistol round. Í Wingman 2v2 formatinum, eru helvtina av rundunum ímun til ein vanligan competitive dyst og tí verður pistol round enn meira týdningarmikil her og hetta er nakað, ið liðini mugu leggja eyka stóran dent á, til Red Bull eCup 2022.

Money Management:

Minimum loss bonus í Wingman er $2000, hetta økist við $300 fyri hvørja rundu aftaná. Um ein ongar pengar hevur eftir at hava tapt eina rundu, er møguleiki fyri, at “save’a” og byrja við mininum $4300 runduna eftir.

Tað kann sjálvandi vera eitt gott hugskot, at “force’a” eftir at hava tapt eina rundu, fyri at yvirraska mótstøðuliði og oyðleggja teirra economy. Serliga í Wingman, eru báðir møguleikar góð hugskot, eftirsum at tað verður leikt 2v2. 

Bombsites:

Hesar eru mappirnar, ið verða leiktar til Red Bull eCup 2022 og tann bombsite, ið leikt verður á: 

Inferno (Bombsite A)

Overpass (Bombsite B)

Shortdust (Bombsite A)

Nuke (Bombsite B)

Vertigo (Bombsite B)

Viðmælt er, at luttakarar læra seg hesar mappur eins og tit vildu eina vanliga competitive map. Eftirsum, at Wingman er 2v2, kann ein góð one-way smoke ella eitt “nade stack”, vinna einum liði týdningarmiklar rundir. 

Her sæst eitt video, ið kann geva luttakarum ein lítlan fyrimun 😉
https://www.youtube.com/watch?v=RGUnP94q2bY&ab_channel=NadeKing 



Cart
  • No products in the cart.