TT Gaming Eru Føroyameistarar!

Í dag, leygardagin 13. apríl klokkan 14:30, var føroyameistaraheitið í CS:GO skotið í gongd. Tiltakið var hildið í hølunum hjá Elektron, har bæði liðini, eins og nógvir áskoðarar, møttu upp til høvið. 

Tað vóru TT Gaming og Músavíkingar sum í dag spældu um heiðurin at gerast føroyameistari í Counter-Strike: Global Offensive uppi í hølunum hjá Elektron.

Músa Víkingar

Spælara Navn In-game Navn
Bjarni Due Zachariasen Frosty
Elmar Jacobsen Elmir
Jacob Vitalis mOgens
Edmundur Johannesen Ozz
Karim Højgaard Joensen SkrtNeglHann

TT Gaming

Spælara Navn In-game Navn
Heðin Mortensen Hmonster
Rókur D. Norðoy RdN
Aron Hammer Arizon
Fríði Lómstein Zachariasen FrusaZ
Jógvan Sólsker Jimmy

 

Finalan var spæld eftir einum Best-of-5 formati, og tað merkir at liðini skuldu spæla upp til 5 kort, áðrenn føroyameistarin var funnin. Í veto var tað TT Gaming sum slapp at byrja.

VETO

TT Gaming BAN de_train
Músavíkingar BAN de_dust2
TT Gaming PICK de_mirage
Músavíkingar PICK de_nuke
TT Gaming PICK de_cache
Músavíkingar PICK de_overpass
DECIDER REMAINING de_inferno

 

Kort 1 – de_mirage

Á kortinum hjá TT Gaming valdu Músavíkingar at byrja á CT síðuni. Músavíkingarnir vunnu pistól rundina, og vunnu eisini fyrstu hálvuna við einari støðu á 8-7. Á seinnu hálvu vunnu Músavíkingarnir eisini pistól rundina. Hóast tað, at Músavíkingarnir vunnu báðar pistól rundirnar, var dysturin ótrúliga tættur, og støðan gjørdist 12-12. TT Gaming nærkaðust eitt sindur skjótari teimum 16 rundunum sum skulu til fyri at vinna eitt kort. Tá støðan var 14-12, vildu Músavíkingarnir ikki lata tað fara, og komu aftur til 14-14, og tá høvdu TT Gaming lítið av pengum, so Músavíkingar tóku rundu 29 á kortinum hjá TT Gaming og so var støðan 15-14 til Músavíkkingar. Í rundu 30 var spenningurin í hásæti, og TT Gaming høvdu nú pengar til at keypa upp, fyri at geva Músavíkingum eina mótstøðu. Tó so, fáa Músavíkingar 3 kills sum opna kortið, og teir klára at taka eitt bombsite og lukka kortið niður, ið merkir at endaliga støðan á de_mirage gjørdist 16-14 til Músavíkingar, hóast at tað vóru TT Gaming sum valdu kortið. Á de_mirage mettu frásøgumennirnir at MVP mátti antin verða mOgens ella Elmir. Tað bleiv tó til Elmir, eftirsum at hann megnaði væl at opna kortið, og samstundis fekk clutcha.

Kort 2 – de_nuke

TT Gaming valdu at byrja á CT síðuni á kortinum hjá Músavíkingum. TT Gaming vinna pistól rundina í fyrstu hálvu, og vinna lættliga seinnu rundu eisini, soleiðis at støðan gjørdist 2-0 til TT Gaming. TT Gaming hildu á fram at vinna rundirnar til støðan gjørdist 5-0. Tað var ikki fyrr enn tá, at Músavíkingar fingu sínar fyrstu rundur, og støðan gjørdist 5-2 til TT Gaming. TT Gaming tóku stýr á spælinum aftur, og støðan í hálvleikinum var 12-3 til TT Gaming á CT síðuni. Nevnast kann, at Nuke verður mett at verða til fyrimun hjá CT síðuni, og tískil høvdu Músavíkingar óivað enn góðar vónir, nú tá tað var teirra tørn at verða á CT síðuni.
Á seinnu hálvu megna Músavíkingar at vinna pistól rundina á CT síðuni, og nýta møguleikan til at fáa fleiri rundir. Støðan gerst heili 13-9, tá Músavíkingar hava gott tamarhald á síni CT síðu, og TT Gaming megnaðu bert eina rundu intil tá. Tað er ikki fyrr enn tá, at TT Gaming fáa eina rundu avtrat, men tað klára teir bara akkurát tá HMonster fær vunnið rundina við 10hp eftir at Elmir mundi vunnið sum einsamallur maður í móti trimuim leikarum frá TT Gaming. Músavíkingar halda formin uppi, og vinna næstu rundirnar til støðan er 14-13 til TT Gaming. Tástani vinna TT Gaming enn eina rundu, soleiðis at støðan gerst 15-13. Men Músavíkingar svara aftur og støðan gerst 15-14, tó at TT Gaming megna at lukka kortið við einum 16-14 sigri á de_nuke, sum var kort hjá Músavíkingum! Á de_nuke mettu frásøgumennirnir, at tað var HMonster sum var MVP. Hetta grundað á, at hann megnaði nógv clutches, og fekk eisini nógv kills.

Kort 3 – de_cache

Á triðja kortinum, sum TT Gaming valdu, ynsktu Músavíkingar enn einaferð at byrja á T síðuni. Við einum góðum innsatsi frá mOgens, megna Músavíkingar at vinna pistól rundina, og tó at runda 2 er eitt sindur tøtt, so megna Músavíkingar at fáa støðuna til 2-0. So hava TT Gaming pengar, og teir vinna triðju rundu til 2-1. Haðani taka TT Gaming stýr á spælinum, og vinna rundur heilt til støðan er 7-2, áðrenn Músavíkingar megna at svara aftur við heili 6 rundum, soleiðis at fyrsta hálvan endar 8-7 til Músavíkingar.
Á seinnu hálvu eru tað TT Gaming sum vinna pistól rundina, og javna dystin til 8-8. Teir halda á fram at vinna rundir á kortinum sum teir valdu, og seinna hálvan er púra einstáttað. TT Gaming tapa ikki eina rundu á seinnu hálvu tá teir vóru á CT síðuni, og støðan á de_cache endar 16-8 til TT Gaming. Frásøgumennirnir mettu, at tað var RdN sum var MVP á de_cache, serliga tí at hansara gerðir vóru so týdningamiklar.

Kort 4 – de_overpass

Á fjóðra kortinum, sum Músavíkingar valdu, ynsktu TT Gaming at byrja á CT síðuni, sum vanliga er síðan, sum hevur fyrimunin á hesum kortinum. Úrslitið er at TT Gaming vinna tær fyrstu rundirnar, soleiðis at støðan gerst 2-0. Músavíkingarnir svara skjótt aftur, og støðan blívur 2-1, men TT eru skjótir at steðga teimum tá, og støðan gjørdist 3-1. Tá fara Músavíkingar avstað við spælinum í eina løtu, og støðan gerst 6-3 til Músavíkingar, áðrenn TT Gaming fáa svarað dyggiliga aftur til 8-6. Tað eru tó Músavíkingar sum vinna síðstu rundu í fyrstu hálvu, soleiðis at úrslitið eftir fyrstu hálvu gjørdist 8-7 til TT Gaming.
Á seinnu hálvu eru tað TT Gaming sum vinna pistól rundina, eins og tí næstu rundina, og so vóru TT Gaming á odda 10-7. Tað var tá, at Músavíkingarnir vunnu eina rundu, soleiðis at støðan bleiv 10-8 í eitt eygablikk. TT gaming komu skjótt fyri seg, og hildu áfram at vinna rundir, so støðan gjørdist 13-8. Tað var tá, at Músavíkingar vunnu eina rundu, tó at teir ikki keyptu tað rundina. So var støðan 13-9, og tað vóru TT Gaming sum manglaðu pengar, so Músavíkingar gjørdu ikki mætari enn at vinna enn eina rundu so at støðan var 13-10. So høvdu TT Gaming pengar aftur, og teir koma upp á eina støðu áljóðandi 15-10. TT Gaming vóru nú bert eina rundu frá at gerast føroyameistarar, og hetta ynsktu Músavíkingarnir als ikki! Teir løgdu høvdið í kalt vatn, og megnaðu at vinna tvær rundir avtrat, áðrenn at TT Gaming fóru avstað við einum 16-12 sigri á de_overpass. Á de_overpass hildu frásøgumennirnir, at tað var Jimmy sum var MVP.

Niðurstøðan

Tað vóru tískil TT Gaming sum gjørdust føroyameistarar av Elektron deildini #5, við einum 3-1 sigri á Músavíkingar. Støðurnar á kortunum vóru:

16-14 til Músavíkingar á de_mirage
16-14 til TT Gaming á de_nuke
16-8 til TT Gaming á de_cache
16-12 til TT Gaming á de_overpass

Tað var ein serstakliga tøtt finala sum vit sóðu í dag. Bæði liðini vístu, at tey hava nógv talent, og hava arbeitt nógv fyri at gerast so dugnalig. Músavíkingar kláraðu seg avbera væl, og finalan hevði kunna koppað báðar vegir, so tætt var tað. TT Gaming vístu tó, at við sínum royndu leikarum.

Eisini var tað ein leikari sum skuldi fáa heiðurin sum dagsins leikari. Tað var avgreitt við atkvøðum á Facebook, og tað var eingin annar enn Bjarni ‘Frosty’ Due Zachariasen!

Túsund takk til øll sum møttu upp í Elektron í dag fyri at hyggja við á stórskíggja, og eisini til øll sum hugdu eftir stroymingini á alnótini. Sera stuttligt at síggja so stóran áhuga í esporti heima í føroyum, og tað sæst, hvussu skjótt esportur vaksur kring allan heimin!

Túsund takk til Elektron fyri at stuðla kappingini, og fyri at leggja høli til finaluna, og takk til Elding, Føroya Bjór og Pizza67. Raclip stóðu á odda fyri framleiðsluni, og tað eru vit eisini sera fegin um!

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here