Undankapping byrjar í næstum!

Nú kapping fer at byrja av nýggjum aftur, so er týdningarmikið at avgera, hvør skal sleppa uppí Effo Deildina. Tað eru pláss til heili 10 lið hesuferð, 2 fleiri enn síðst. Hepnu liðini, ið hava bart seg inn í Effo Deildina, fara so at kappast um 70.000,- í vinningum!

Lið, sum hava hildið saman frá síðstu sesong, sleppa beinleiðis víðari til Effo Deildina og noyðast ikki at berja seg inn í hana. Hesi liðini skulu hava í minsta lagi tríggjar spælarar úr upprunaliga liðinum. Tað ber eisini til at hava eitt fult lið av spælarum, ið kappaðust í síðstu deild, sum tó ikki allir vóru í sama liði. Treytin fyri báðar hættirnar er tann, at ongin av spælarunum vóru lýstir sum útskiftarar.

Um mann so hevur eitt spildurnýtt lið og ynskir at luttaka í Effo Deildini, so verður liðið sett í undankappingina, har møguleiki er at berja seg inn í Effo Deildina. Spælt verður bert fram til, har liðið hevur tryggjað sær eitt pláss til kappingardeildina í Effo. Tískil kann væntast, at tað bert verður semifinala og finala, um tað er tørvur á tí.

Her eru tvey dømir uppá, hvussu undankappingin kann verða skipað, alt eftir hvussu nógv pláss og hvussu nógv nýggj lið hava meldað seg til:

Dømi A: 8 nýggj lið tilmeldað, 6 pláss eftir

Dømi A: 10 nýggj lið tilmeldað, 4 pláss eftir

(Dømi B hevði verið neyðugt at deilt upp til tveir kappingardagar)

Undankappingin verður spæld vikuskiftið áðrenn kappingardeildin byrjar, sum er 25.-26. februar frá kl 19:30. Brackets kunnu broytast alt eftir hvussu nógvir dystir eru neyðugir fyri at avgera, hvør sleppur í Effo Deildina. Eitt bracket kemur út hóskvøldið áðrenn undankappingina, tá øll liðini hava meldað seg til. Effo Deildin sjálv byrjar mánadagin 28. februar kl 19:30. 

Allir dystir eru Bo1, men har verður ein Loser’s Bracket man kann berjast ígjøgnum líkasum í undankappingin frá fyrru sesong. Tað merkir, at liðið skal tapa í minsta lagi tveir dystir, áðrenn mann er úti úr kappingini og verður settur í Deild B. Tí er tað ótrúliga týdningarmikið, at lið tykkara er væl fyrireikað til hesar dystirnar, tí teir telja ótrúliga nógv.

Renata verður ikki loyvd, eftirsum har ikki hava verið tvær vikur síðani hon kom út. Hon verður tó loyvd so skjótt sum Effo Deildlin byrjar! 

Tað verður skipað fyri einari Twitch livestroyming, sum fer at fylgja við, hvussu Undankappingin fer fram. Ávísir dystir verða eisini stroymaðir, og tað í minsta lagi ein dyst í hvørjari rundu. Tað verður nógv á skránni, og har verður m.a. tosað um komandi kapping, núverandi meta, o.s.fr. Harafturat eru luttakarar bjóðaðir við í livestroymingina at tosa um m.a. spælistílir og hvussu teir vænta, gongdin fer at vera í Effo Deildini.

Til ber at melda seg til størstu e-Sports kappingina í Føroyum við 70.000,- í vinningum her:

https://forms.gle/CQ5vD6sMDW7r6nCB9

Vit í eSport.fo ynskja tykkum eina góða kapping!

Cart
  • No products in the cart.