Undankappingin avgjørd

Nú eru øll liðini til Effo Deildina funnin, og tískil endar ein fantastisk undankapping!

Tað vóru liðini Mergberg, Góðaráð, Høvdin og Megin, sum komu víðari til Effo Deildina. Stórt tillukku til hesi liðini, ið óivað hava skapt stóran ótta fyri tey liðini, ið bíða eftir teimum í Effo Deildini.

Tey liðini, ið bardust hart, men tíverri ikki megnaðu at koma inn í Effo Deildina, vóru Útskiftararnir, Team Below Average og NordurVestur. Hesi enda so í B deildini og kempa seg møguliga upp aftur til Effo Deildina næstu sesong.

Undankappingin gekk soleiðis fram: 

Høvdin, NordurVestur og MergBerg megnaðu at spæla seg úr Rundu 1, har ið Góðaráð vegna ólíkatal fóru beinleiðis til rundu 2. Her taptu Høvdin og NordurVestur so sínar dystir og endaðu í losers bracket við hinum liðunum, ið taptu í rundu 1. 

Team Below Average vóru fyrstir úr kappingini, tá teir taptu ímóti Útskiftararnum. Megin megnaði so at vinna á NordurVestur og tryggja sær pláss í Effo Deildini, og aftaná ein langan og harðan dyst vunnu Høvdin eisini á Útskiftararnum og komu víðari til Effo Deildina.

Fyrsti dysturin í Effo Deildini verður longu mánadagin 28. februar kl 19.30. Dystaskráin fyri Effo Deildina kemur út í næstum! Eg vil fegin takka fyri góða undankapping, og tit hoyra frá okkum sum skjótast!

Cart
  • No products in the cart.