Undankappingin í fullum svingi!

So var fyrsti dagurin í undankappingini liðugur! Dagurin var fyltur við bæði sera yvirbevísandi sigrum og ótrúliga spennandi og jøvnum dystum!

Fyrsti dysturin, sum bleiv streamaður, var Megin vs Høvdin.

Megin fekk sær eina sera kaotiska draft, men spældi væl rundanum drakes og hevði týðiliga eina ætlan um at fáa eina ótrúliga tíðliga dragon soul at tryggja sær góða scaling inn í late game. Men Høvdin hevði eitt fantastiskt draft, sum tryggjaði teimum ein fyrimun, um spælið var javnt. Nakrir góðir fights og Høvdin megnaði at nokta Megini tann 4. drekan, ið annars hevði tryggjað Megini eina møguliga game winning dragon soul. Megin svaraði hart aftur við sera góðum picks, sum tryggjaði teimum dragon soul.

Vit eru nú 30 minuttir inni í spælinum. Megin við dragon soul og Høvdin við sera góðum drafti, sum kompenseraði fyri dragon soul. Støðan var ótrúliga jøvn, men nakrir góðir og væl spældir fights frá Høvdini tryggjaði teimum sigrin!  

Dysturin millum Team Below Average og Nordurvestur var javnur, men so fór Bingotórur og tók spælið í egnar hendur. Hann fór 8/1/4 sum Fiora og fór avstað við dystinum.

MergBerg fekk ein yvirbevísandi sigur á Útskiftarunum, har Perkelematis stuttligt nokk eisini fór 8/1/4, hesuferð sum Miss Fortune.

Dysturin millum NordurVestur og MergBerg hevði spennandi picks sum mobility boots Skarner fyri MergBerg og Neeko mid fyri NordurVestur. Hesuferð fór Perkelematis full on Uzi mode og endaði 16/0/5 og skaddi meira enn dupult so nógv sum nakar á hinum liðinum. Botlane hjá MergBerg, sum er Perkelematis og Coyote Alpha vísir seg at vera sera vandamikil.

Góðaráð, sum nógv meta vera sterkasta liðið í undankappingini, skuldi spæla ímóti Høvdini í rundu 2. Bæði liðini høvdu sera góð drafts, men Høvdin var liðið, ið tók yvir í byrjanarspælinum. Teir fingu 3 drakes og nógv kills á sína Jinx, men Góðaráð vístu seg at duga ótrúliga væl at spæla aftanifrá. Góðaráð fingu góð picks og fights, samlaðu objective bounties og shutdowns, og ein fantastiskur fight, sum gav Góðaráð baron, sendi teir beinleiðis í førarasetrið. Góðaráð fingu tikið so nógv av basanum hjá Høvdini, at tað bleiv opið Nexus. Men Høvdin svaraði hart aftur og fingu rikið teir út úr basanum. Spælið endaði tá Góðaráð megnaði at fáa eitt sera frekt og væl time’að backdoor. xPeke hevði verið stoltur!

Soleiðis endaði so fyrsti dagurin í undankappingini við Góðaráð og Mergberg, sum eru komin víðari. 

Øll hini liðini eru so í losers bracket, og hvørt spæl telur nú, tí bara ein taptur dystur sendir teg úr kappingini! Magni fer eisini at hava eitt interview við Christian “ChrisDahl” Dahl, Poul Arni “Crixalix” Joensen og Heini “Heinii” Sjóvara, allir samlir master spælarar í farnu sesong, har ið farið verður inn í Effo Deildina og annað gott!

Fyrsti dystur í dag kl 17 verður Team Below Average vs Útskiftararnir. Tvey sera jøvn lið og óivað ein absolute banger av einum dysti. Vinnarin fer so víðari ímóti Høvdini í Rundu 2. Hinumegin spæla NordurVestur ímóti Megini. Vinnarin av hvørjum dysti í Rundu 2 sleppur so víðari í Effo Deildina.

Gleði meg ótrúliga nógv at síggja hesar spælararnar berjast um pláss í Effo Deildini og ynski øllum liðunum góða eydnu!

Cart
  • No products in the cart.