Undankappingin til Elektron deildina byrjar!

Í kvøld tann 16. Mars klokkan 19:00 byrjar undankappingin til Elektron deildina.
Her verður avgjørt, hvørji lið eru best egnaði til at spæla um tær 50.000,- í vinningum, sum Elektron deildin hevur at bjóða vinnarunum. Í undankappingini eru 12 lið, og tey eru:

– Team Spik
– Momaly
– Blue 1ce
– SpaceCowboy
– HanarnirAcademy
– Unfortunate Situation
– Gubbanir
– Team Skrr
– Niels
– Promillu Bandin
– BloodSportGaming
– Team Kligebø

Av hesum 12 liðum, eru tað bert helvtin sum kemur víðari til Elektron deildina, har Team Ballast og NoHitWonders bíða eftir teimum. Hetta merkir sjálvandi, at Elektron deildin hevur 8 lið. Sterkastu liðini í undankappingini verða mett at verða Team Spik, Unfortunate Situation, Promillu Bandin og BloodSportGaming. Tó vilja garvaðir Counter-Strike fjepparar sleppa at síggja fleiri sterk lið, fyri at víðka um fjølbroytni á føroyska Counter-Strike leikpallinum. Vónandi sleppa vit at síggja nýggj lið, ið kunnu prógva at tey kunnu sammetast við hesi fýra!

Fylgið úrslitunum av dystunum á www.esport.fo!

Cart
  • No products in the cart.