Undankappingin væl á veg!

Undankappingin sum byrjaði í gjár, er nú væl í gongd! Longu eru trý lið víðari til Elektron deildina.
Tað er vinnarin av hvørjum bólki sum er beinleiðis víðari til Elektron deildina úr undankappingini. Vinnarin av bólki A var Team Spik, vinnarin av bólki B var Unfortunate situation, og vinnarin av bólki C var BloodSportGaming. Øll trý liðini vunnu allar sínar dystir, og vunnu tískil hvør sín bólk 3-0. 

Úrslitið fyri bólk A:

Úrslitið fyri bólk B:

Úrslitið fyri bólk C:

Á BloodSportGaming eru:
Hermann “HolmesJunior” Joensen
Bjarni “Frosty” Zachariasen
Fríði “FrusaZ” Zachariasen
Hans “FaroeMystic” Jakobsen
Dánial “IPawnDeySi” Joensen

Á TeamSpik eru:
Heðin “HMonst3r” Mortensen
Bogi “Nutson” Lamhauge
Magnus “Madapat” Patursson
Hanus “Hunsar” Christophersen
Petur “HappyFeet” Bjellvåg
og útskiftari
Karl Heri “Brodersen” Brodersen

Á Unfortunate Situation eru:
Jógvan “Jimmy” Sólsker
Rókur D. “RdN” Norðoy
Aron “Arizon” Hammer
Emil “M1lle” Lyngvej-Larsen
Petur D. “Dixer” Petersen

Seinna helvt av undankappingini

Fleiri dystir verða spældir í dag, tann 17. Mars, fyri at finna útav, hvørji tey næstu 3 liðini verða, sum koma víðari í Elektron Deildina. Promillubandin og Team Skrr eru beinleiðis víðari til rundu tvey, í meðan Blue 1ce, Gubbanir, SpaceCowboys og shrekFTW mugu spæla um at koma víðari til rundu tvey. Bæði liðini sum koma í finaluna, eru víðari til Elektron deildina. Vinnarin av bronsu dystinum fær triðja plássið, og eru tískil tað síðasta liðið sum hevur spælt seg til Elektron deildina.

Cart
  • No products in the cart.