Valorant kapping – eCup #1

So verður tað kapping aftur! Vit hava gjørt av at gera eina kapping í Valorant spælinum, eftir fleiri eftirspurningar hava verið í tí. Hetta er fyrsta royndarkappingin í spælinum, og verður spennandi at síggja, um spælið tekur sær dýk í Føroyum.

Sjálvt um spælið er nýtt, verður mett at nógv í Føroyum spæla tað. Spælið líkist nógv CS:GO, men við fleiri objektivir, gandir, og spælið mátan er ørðvísið enn tað sum vit áður kenna frá CS:GO. Kappingin ferð at verða spæld online, við einari undankapping ið ‘seedar’ liðini í bólkaspælið. Frá bólkaspælinum koma liðini víðari í upper og lower bracket, alt eftir hvussu nógv lið verða tilmeldaði.

Kappingin verður ókeypis at luttakað, og vinningar verða kunngjørdir seinni. Vinnaraliði í kappingini vinnur ein vinning. Sjálvboðin fólk hava bjóða seg fram til at skriva og livestroyma kappingina, so tær næstu vikurnar verður meira gjørt burturúr Valorant í Føroyum!

Kappingarformatið

Kappingin hevur eitt maks antal luttakarapláss á 16 lið. Eingin útskiftarar verða loyvdir í fyrstu royndarkappingini, og liðini skulu skráseta maks 5 leikarir á hvørjum liði.

Øll lið spæla við í undankappingini, ið verður tann 5 Mars frá klokkan 19:00. Spælt verður Bo1, og møguliga verður spælt tann 6 Mars – alt eftir hvussu nógv lið tilmelda seg. 

Í bólkaspælinum verða liðini deild upp í 2 bólkar. Bólkur A spælur Mánadagin og Mikudagin (8 og 10 Mars). Bólkur B spæla Týsdagin og Hósdagin (9 og 11 Mars) frá klokkan 19:00 hjá báðum bólkunum. Bo1, einaferð mótvegis hvørjum øðrum. 

Til upper og Lower Bracket byrja vit Fríggjadagin 12 Mars, og spælt verður fram til finaludagin 14 Mars, Sunnudagin, ið verður Bo5.

Vinningar 

Vinningar verða kunngjørdir seinni.

Tilmeldingin

Tilmeldingin ferð fram her:

https://forms.gle/y6m1pTn4d1Kxkgnp7

Tilmeldingin endar 1 Mars klokkan 19:00.

Hjálp til kappingina:

eSport.fo á Facebook

Petur D. Petersen

Rúni W. Johnsen

Cart
  • No products in the cart.