VERÐINS MEST SPÆLDA SPÆL SLIGIÐ MET

Tann 16. September í ár var grein at lesa á Forbes um PLAYERUNKNOWN’S BATTLEGROUNDS, vanliga nevnt ‘PUBG’, at spælið hevði sligið fyrrverandi metið av “mest spælarum samstundis online” hjá víðagitna DOTA 2 áljóðandi 1,35 mió.

Nú er PUBG aftur í kastljósinum, hesuferð við 2.000.000 einstøkum spælarum, í senn.

PUBG

Spælið gongur út uppá at verða síðsti maður livandi í einum bardaga til deyðan. Tað byrjar við eitt flogfar flýgur inn yvir ein stóran bana. Man velur sjálvur nær man loypur út úr flogfarinum, og hvar man lendur. Tað sum tað síðani snýr seg um er at savna sær saman vápn, skot og verju m.a. ímeðan banin gerst minni og minni.
Survival skrástrika Battle-Royale hevur eyðmerkt fleiri spøl seinastu árini. DayZ, H1Z1 og tað nýggjara ARK eru millum tey spølini sum PUBG bregður til. Á myndini omanfyri sæst H1Z1 á sætta plássi fyri ‘concurrent’ viewers.

Fyllur fyrrverandi tómrúm

Tað sæst sjónliga at fólk hava hug at spæla hetta slagið av spølum, og hava haft henda hugin í longri tíð. H1Z1 gjørdist sera stórt beint frammanundan PUBG kom út, og hevði allan møguleika at gerast líka stórt. Tað sum helt undangonguspælinum aftur var ein ørgrynna av tekniskum trupuleikum. Inni í spælinum sjálvum hendi brek oftani, men bara tað at koma í eitt spæl saman við vinfólki kundi ofta gerast ein marra. PUBG hevur onkrar nykkur tá tú t.d. kanst koma út fyri at detta niður ígjøgnum jørðina, men sum heild riggar spælið. Og tað er tað einasta sum krevst!

eSport.fo søkir PUBG servara

Toymið hjá okkum hava søkt um at stovna okkara egnu PUBG servara, og fáa vónandi svar innan ikki so leingi. Um góðtikið, kunnu Føroyingar vænta sær kappingar innan stutta tíð. Um jalig svar fæst, so vænta vit at FoGames verður sett upp aftur, soleiðsnar at 100 Føroyingar kunnu spæla saman ella sum sjálvstøguðir. FoGames hevur verið eitt vælumtikið tiltak frá eSport.fo tá vit byrjaðu, men meðan kappingar eru er tað tórført at seta eina tílika skipan í gongd aftur, vegna málbólkurin ikki er nóg stórur til at dekka bæði í senn.

Verð við til at menna eSport í Føroyum

Umvegis okkara Discord kanal ber tað til at senda okkum Feedback á eitt hvørt, um hvat vit skulu menna næst og kjakast um ymsu spølini innan eSport. Øll eru vælkomin, og har dagføra vit eisini hvat vit arbeiða við í løtuni.

Vit hoyrast á Discord ella á okkara teamspeak!

https://discord.gg/FJ37unz 

Cart
  • No products in the cart.