Vertigo í Active Duty Map Pool!

Í gjár tann 28. mars 2019 kom Valve við enn einari dagføring til CS:GO. Nýggja dagføringin hevur heitið “EZ4VERTIGO”.

Dagføringin er øgiliga lítil, men hevur nógv at siga fyri CS:GO. Tað sum Valve hava gjørt, er at teir hava tikið Cache úr Active Duty Map Pool, tí at Cache fer at fáa nakrar umvælingar, just sum fleiri aðrar maps hava fingið hesi seinastu árini. Í staðið hjá Cache kemur Vertigo. Tað kann koma sum ein skelkur hjá fleiri, tí at Vertigo hevur ikki verið nógv spælt, tó at tað hevur fingið nakrar royndarkoyringar við wingman.

Avtrat tí, hevur Valve koyrt EZ4ENCE music kit í spælið, og ein sticker capsule við heitinum Unleash the Beast.

Spennandi verður at síggja, hvørjar avleiðingarnar fara at verða, og hvat heimurin av CS:GO spælarum halda um broytingina framyvir.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here