Bólkaspælið í undankappingini er nú av, og farið verður víðari til bracket stage. Bracket stage byrjar hóskvøldið klokkan 19:00, har allir dystirnir verða spældir í einum best-of-3 formati, uttan dystirnir í rundu 2. Spurningurin er bara hvat fyri lið man fara at fáa alt sodavatnið og bommið sum leikað verður um í undankappingini!
Group Stage Brackets síggja soleiðis út:
Tað eru tvey lið úr undankappingini sum koma beinleiðis víðari úr bólkaspælinum til sesong 5 av Elektron deildini, uttan at tey skulu spæla dystir í bracket stage. Tað eru liðini sum endaðu á fyrsta plássi í ávikavist Bólki A og Bólki B.
Liðini sum eru beinleiðs víðari til sesong 5 av Elektron deildini eru hesi tvey:
Beinleiðis víðari úr Bólki A |
Beinleiðis víðari úr Bólki B |
Lið: Músa Víkingar Leikarar: Edmundur ‘Ozz’ Johannesen Bjarni D. ‘Frosty’ Zachariasen Elmar ‘Elmir’ Jacobsen Jacob ‘mOgens’ Vitalis Karim H. ‘SkrtNeglHann’ Joensen Útskiftarar: Gunnar ‘Wreckon1ze’ Christiansen Margus ‘Dush’ Heinesen |
Lið: 10 Minuttir |
Avtrat hesum báðum liðunum, so skulu vit finna 3 onnur lið sum fáa høvið at spæla í Elektron Deildini. Tey 3 liðini verða funnin á tann hátt, at 2. og 3. pláss úr ávikavist Bólki A og Bólki B spæla í móti hvørjum øðrum í rundu 1 av bracket stage. Vinnarirnir av hesum dystunum koma víðari til Elektron deildina, júst sum Músa Víkingar og 10 minuttir. Taparirnir av hesum dystunum spæla ein taparadyst, har vinnarin eisini kemur víðari til sesong 5 av Elektron deildini. Taparin av taparadystinum kemur tískil ikki víðari til sesong 5 av Elektron deildini, men sleppur sjálvandi at royna aftur til næstu sesong.
Tað verða tískil 3 av hesum 4 liðunum sum eisini fáa høvið at spæla í sesong 5 av Elektron deildini.
Spæla um pláss úr Bólki A |
Spæla um pláss úr Bólki B |
Lið: Team Spik |
Lið: íÐkABeAsTz |
Lið: SmallNFat Leikarar: Karl Heri ‘Brodersen’ Brodersen Brandur ‘Czar´ Berg Rani ‘TiKi’ Lamhauge Otto ‘ottomaan’ Jacobsen Magnus D. ‘Magnu’ Olsen Útskiftarar: Ingolvur ‘Jumbofreak’ Steinolvsson Bjarni ‘VigGoD’ Hansen |
Lið: SpaceCowboy |
Vinnararnir av rundu 1 í bracket stage koma síðani víðari til rundu 2 av bracket stage. Runda 2 í bracket stage verður spæld hóskvøldið klokkan 22:00 í móti ávikavist Músa Víkingunum og 10 Minuttunum. Vinnararnir av rundu 2 koma víðari til Rundu 3 í bracket stage, sum er finalan í undankappingini. Vinnarin av undankappingini fær sodavatn og bomm frá eSport.fo!
Tað verður eitt brak, og vit gleða okkum nógv til finaluna í undankappingini sum verður leikað Fríggjadagin klokkan 18:30 í best-of-3 formati!