VINNARNIR AV ÁRSINS LoL KAPPING ERU…

Tað var ígjár stóra brakið var, har fyrst Full Pláta FML og Chilling and Billing spældu í hálvfinaluni.
Áðrenn teir fóru at dystast í hálvfinaluni, høvdu bæði liðini møtst fyrr í kappingini, har Chilling and Billing vunnu á Full Pláta FML, og slóu teir niður í Loosers Brackets.
Full Pláta vann tó allanvegin upp aftur ígjøgnum Loosers Brackets, og endaði við at vinna á Chilling and Billing.
Hálv finalan var sera jøvn. bæði liðini vóru lið um lið um kills og pengum men sum spæli bleiv longri vóru tað Full Pláta FML ið tóku yvir tí teir fingu ikki bara kills men eisini torn aftaná hvønn teamfight.

Finalan stóðst ímillum Spinning Gravity Rats og Full Pláta FML.
Full Pláta FML, spælu umaftur eitt objective gaming spæl har teir pushaðu lanes allatíð soleiðis at tá teir drópu 2-3 á hinum liðum megnaðu at taka torn ella drekan.
Okkara frásøgu fólk segði tað so væl “.. gevur tú (Full Pláta FML) teimum fingurin, takað teir allan armin”.
Full Pláta FML hevði skil á spælinum, og spældu tað sikkurt fyri tað mesta av dyst 1. Dyst nr 2 var mestsum tað sama sum dystur nr 1, vit sóðu teir spæla eitt róligt og sikkurt spæl, teir tóku ongar stórar kjansir og vunnu spakuligani frá byrjani av.

Vinnarnir av Risa LoL kappingini hjá Esport.fo eru..

Full Pláta FML!

Vit ynskja teimum stórt tillukku við tí, og vit vilja her við kalla tey fyri Føroya meistarir í LoL! Vinningurin hjá teimum er 5x Razer Naga músir frá Elding, ið hevði eitt virði á 3.000,-. Samstundis takkað vit fyri øll ið tóku teirra tíð at koma og hyggja eftir stroymingina, har yvir 120 fólk tóku sær stundir til at síggja finaluna, og entá fleiri í bólkum heima frá.

Limirnir í Full Pláta FML eru:
Sigurð “GSE Siggypee” Poulsen
Magni “StaIwart” Hansen
Óli “Disruptor Dahl” L. Dahl
Andrias “t Xaine” Elttør
Jóhanna “KamiCakes” Klein Olsen

Tað er møguligt at síggja allað stroymingina aftur undir greinini. Viðheft er eitt leinki til Hálvfinaluna, Finalu dyst 1 og dyst 2, so ein bara kann klikkjast seg fram til dystirnar.

Her er ein lítil myndarøð vit fingu sendandi inn frá hyggjarir.

12959590_10207999789368189_1943573153_o 12980736_10207999797568394_1185343250_o 12999446_10208000088655671_148860770_o 12999569_10207999790048206_1749691204_o 12999605_10208000086815625_371503934_o

Cart
  • No products in the cart.