Í farnu vikuskifti skipaði eSport.fo fyri einari LAN kapping, har dentur var lagdur á PUBG. 3 ymiskir kappingar vóru á staðnum, og samstundis vóru eisini 3 online kappingar. Tilsamans vóru yvir 20.000,- í vinningum latnar spælarum.
Tiltakið eydnaðist sera væl, og skjótt eru vit klár til at avdúka fleiri LAN tiltøk, ið verða hýst í 2019. 82 luttakarar vóru skrásettir, og mett verður, at upp ímótir 100 vitjanir vóru til tilaktið avtrat teimum.
Vit takka Elding, Føroya Bjór og Pizza67 fyri stuðul og vinningum. Uttan teimum hevði tað ikki verið møguligt at hildi tiltakið, saman við teimum menna vit eSport í Føroyum.
Vinningarnir á tiltakinum vóru hesir:
#SQUAD
Nr 1 vinnur:
6000,- í virði frá Elding Elrisin, 4xHeadsets, 4xAstralis keppar, 4xJBL Speakers
864,- í virði frá Føroya Bjór, 1x Sisu kartong og 1x Jolly Kartong
1600,- í virði frá eSport.fo, 4x eLan #3 atgongumerkir
1800,- í virði frá eSport.fo, 4x custom made Hoodies. Spælarnir velja sama búmerkið og kunnu velja egna tekst á hvørja.
Nr 2 vinnur:
1032,- í virði frá Pizza67, 8x buffét
1600,- í virði frá eSport.fo, 4x eLan #3 atgongumerkir
1000,- gávukort frá Føroya Bjór
Nr 3 vinnur:
516,- í virði frá Pizza67, 4x Buffét
1000,- gávukort frá Føroya Bjór
#DUO
Nr 1 vinnur:
516,- virði frá Pizza67, 4x buffét
500,- gávukort frá Føroya Bjór
#SOLO
Nr 1 vinnur:
500,- gávukort frá Føroya Bjór
EYKA VINNINGAR
Vit lutað 2x av 4xPizza67 buffét til liðini ið fáa MEST kills í ávísum rundum. Júst hvørjar rundir verða avdúkaði seinni. Virði 516,- per lið, 1032,- tilsamans. GG Sama lið kann ikki vinna 2 ferðir eyka vinning, øll lið luttakað automatiskt.