Vinningar til eLan 4

So er klárt at avdúka hvussu vinningarnar síggja út til ársins síðsta eLan 4, sum verður tann 18. -20. Oktober. 

Vinningar eru lutaðir til 4 ymisk spøl, sum eru CS:GO, League of Legends, Fortnite og Rocket League. Hesi spølini fáa vit vanliga nógvar fyrispurningar um, og tískil eru hesi útvald til at fáa vinningar. Møguliga verða kappingar í øðrum spølum eisini, sum verður avgjørt frá luttakarum á staðnum.

Vinningarnar eru deildir út soleiðis*: 

CS:GO League of Legends Fortnite Rocket League
Føroya Bjór 1000 4000 500
Ver 5000
Elding 5000
Pizza67 645 645 1548 1548
eSport.fo 2000 1600 1200
6645 11645 3648 2748 24686

 

Eyka vinningar kunnu leggjast avtrat teir ymsu kappingarnar, um fleiri tilmelda seg til teir.

Føroya Bjór letur 5.500,- í gávubræv til samans. Ver letur 5.000,- í gávubrøv tilsamans. Elding letur útgerð við søluvinning uppá 5.000,- tilsamans. Pizza67 letur buffét gávubrøv fyri 5.160**,-. eSport.fo letur eLan 5 atgongumerkið, virði 400,- per luttakari.

Keyp títt atgongumerkið her:
https://elan.esport.fo/product/elan-4-atgongumerkid/ 

Melda til kappingar.

Melda verður til kappingar á staðnum, har tú kemur upp til kioskina og skriva títt lið upp & hvørjir luttakarir eru í liðnum. 

Nærri greinin av kappingarformatum verða avdúkaði komandi viku, men í stuttum eru skipaninir hesir:

CS:GO

CS:GO verður spælt í einum bracket skipan fríggjadagin frá klokkan 18:30. Allir dystir fram til finaluna eru Bo1. Finalurnar eru Bo3 (Upper og Lower Bracket). 

 

Rocket League 

Rocket League verður spælt í einum vanligum Upper og Lower bracket, har allir dystir uttan finalan sjálv er BO3 format. Finalurnar eru BO5 format. Spælt verður í 5 minuttum, við loyvið til 2 min pausu millum hvørja map. Spælt verður altíð ASAP. Kappingin er Fríggjakvøldið, nærri tíðspunkt verður ásett.

 

Fortnite

Fortnite kappingin fyrigongur seg við einari poeng skipan. Poeng verða lutaðir til positión liði klárar og hvussu nógv kills. Skipanin sæst nærri her: https://elan.esport.fo/hagtol/ undir Fortnite. Fortnite byrjar klokkan 12:00 Leygardagin, við seinasta freist at melda seg til kappingina 11:30 Leygardagin.

 

League of Legends

Spælt verður í einum Upper og Lower bracket. Spælt verður BO1 fram til Semi finaluna. Semi-finalan og finalan verður spæld sum BO3. Lower Bracket finalan er BO3. Spælt verður altíð ASAP, við loyvdum pausum uppá 8 min. 

League of Legends er sett til at byrja klokkan 16:15, og seinasta freist at melda seg til er klokkan 15:00. Brackets koma út klokkan 15:15, og tá kann longu byrjast at spæla. 

 

Keyp títt atgongumerkið her:
https://elan.esport.fo/product/elan-4-atgongumerkid/ 

*Gevi gætur, at vinningarnar eru lagdir til vinnara liðini. Fleiri vinningar verða møguliga lagdir avtrat til onnur pláss. 

**Eyka vinningar verða latnir, avgjørt verður á staðnum.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here