Vinningar til Elding eLan mini #1

Til okkara fyrsta Elding eLan mini #1 fara vit at hava vinningar fyri góðar 17.000,-!

-> Keyp atgongumerki, og les meira um tiltakið her: https://elan.esport.fo/

Í samstarvi við stuðlunum hjá okkum eru vit nú endiliga klár at avdúka, júst hvussu vinningarnir verða býtt sundur millum vinnararnar. Tilsamans eru 100 spælarar ella 25 lið, ið spæla um samlaðu puljuna.

Tað snýr seg um 3 ymiskar kappingar, ið eru Solo-, Duo- og Squad-kappingar. Til Squad-kappingina, har 4 skulu verða á sama liði, verður spælt um tann heilt stóra vinningin. Mint verður á, at kappingarnar við vinningum eru við FPP. Format sæst á eSport.fo, og eisini kemur ein grein seinni við meira kunning um ymisku formatini.

Vinningarnir eru hesir:

Squad

Nr 1 vinnur:

6000,- í virði frá Elding Elrisin, 4xHeadsets, 4xAstralis keppar, 4xJBL Speakers
864,- í virði frá Føroya Bjór, 1x Sisu kartong og 1x Jolly Kartong
1600,- í virði frá eSport.fo, 4x eLan #3 atgongumerkir
1800,- í virði frá eSport.fo, 4x custom made Hoodies. Spælarnir velja sama búmerkið og kunnu velja egna tekst á hvørja.

Nr 2 vinnur:

1032,- í virði frá Pizza67, 8x buffét
1600,- í virði frá eSport.fo, 4x eLan #3 atgongumerkir
1000,- gávukort frá Føroya Bjór

Nr 3 vinnur:

516,- í virði frá Pizza67, 4x Buffét
1000,- gávukort frá Føroya Bjór

Duo

Nr 1 vinnur:

516,- virði frá Pizza67, 4x buffét
500,- gávukort frá Føroya Bjór

Solo

Nr 1 vinnur:

500,- gávukort frá Føroya Bjór

EYKA VINNINGAR Í SQUAD KAPPINGINI

Vit luta 2x av 4xPizza67-buffét til liðini ið fáa MEST kills í ávísum rundum. Júst hvørjar rundur verður avdúkað seinni. Virði 516,- per lið, 1032,- tilsamans. *G.G.* Sama lið kann ikki vinna 2 ferðir eyka vinning, øll lið luttaka automatiskt.

Allir spælarar hava møguleika at luttaka í Squad-, Duo-, og Solo-kappingunum, har man hevur møguleika at vinna allar.

Cart
  • No products in the cart.