Í lið við, at eSport.fo ætlar at víðka um eSport virksemið í Føroyum, eru ætlanir um at gera nøkur Mini eLan tiltøk um árið, har dentur verður lagdur á at spæla eitt spæl í eitt vikuskifti, og samstundis hava kapping í tí spælinum við ymsum vinningum.
Tískil eru vit fegin yvir at avdúka, at tiltakið fer at hava heitið Elding eLan mini #1, og verður í heystferðina, har vit fara at bjóða tí størstu PUBG kappingina í Føroyum. Kappingin verður í Squad FPP, og luttakarir skulu verða 4 á hvørjum liði. Tó so, kunnu undantøk uppstanda, har 3 sleppa at verða í einum liði. Avgerðir viðvíkjandi hesum verða fyrst tiknar dagin fyri kappingina, soleiðis at vit kunnu fáa so nógvir spælarir við sum gjørligt.
15.000,- í vinningum
Vit hava skava okkum góðar vinningar frá okkara stuðlum, sum eru Elding Elrisin, Pizza67 og Føroya Bjór. Eisini lutað vit ymisk onnur gávukort. Vinningarnir og atgongumerkið sæst á elan.esport.fo.
Kappingin fyrigongur seg í eSport mode við Gamescon Invitational Ruleset, ið merkir, at AR er við 1.5x spawnrate, eingin red zone og øll sløg av akførum eru við. Nágreiniligar reglur kunnu lesast á enskum her: https://play.eslgaming.com/playerunknownsbattlegrounds/europe/pubg/open/gamescom-invitational-2017-registration/rules/global#wdh_1_3-Matches2c20competitions2c20meetings
Maks luttakaratal:
100
Kostnaður:
250,- fyri hvønn luttakara.
Keyp atgongumerki á eLan heimasíðuna
Stuðlarir
Elding Elrisin, Pizza67 og Føroya Bjór. Takk til SAF og Tórshavnar Kommuna.
Tilmelding og søla av atgongumerkjum fyriganga á elan.esport.fo. Á heimasíðuni ber til at velja sær pláss, soleiðis at hvør lið fær sitið saman. Minst til at hava egnan LAN kápil við og stik-dósir til streym. Vit selja 10 metrar LAN káplar fyri 120,- stykkið. Eisini ber til at keypa bomm / Sodavatn umvegis heimasíðuna áðrenn tiltakið, sum verður bíligari enn í handlunum. Á sjálvum tiltakinum er bomm og sodavatn bíligari enn handlarnir, men tó verður tað bíligast á nethandlinum.
Format:
Fríggjadagin klokkan 19:00 byrjar fyrsta rundan, og spælt verður fram til umleið klokkan 00:50. Legg tó til merkis, at spælarir kunnu spæla alt døgnið til vit lukka sunnumorginin.
Leygardagin byrja vit sindur áðrenn, klokkan 18:50, og enda klokkan umleið klokkan 00:50.
Placement Points
#1 = 500 | #2 = 410 | #3 = 370 | #4 = 320 | #5 = 270 | #6 = 230 | #7 = 200 | #8 = 170 | #9 = 130 | #10 = 100 | #11 = 80 | #12 = 65 | #13 = 50 | #14 = 40 | #15 = 30 | #16 = 20 | #17 = 15 | #18 = 10 | #19 = 5 | #20 til #25 = 0
Stig verða lutaði soleiðis:
Hvørt dráp gevur 20 stig.
TÍÐSPUNKTIR
Spæli tíður (Hetta skal takast við fyrivarni, tí at tekniskir trupulleikar kunnu koma fyri, spælarnir eru seinkaðir ella annað kann uppstanda)
Fríggjadagin er DUO og SOLO kappingar:
DUO KAPPING
19:00 | 19:40 | 20:20
(Bíleggja pizza67 kl 20:20, maturin klárur til pausuna)
40 min pausu
SOLO KAPPING
21:05 | 21:45 | 22:30
(Bíleggja pizza67 kl 22:30, maturin klárur til pausuna)
pausu uppá 40 min
CUSTOM GAME – FUN GAMES
(avgreiðsla verður umvegis Facebook)
23:20 | 00:00
(Møguliga bíleggja vit pizza her, klokkan 00:00)
__________________
Leygardagin er SQUAD kapping við vinningar:
Bíleggja pizza67 klokkan 18:00, klárt 18:35
19:00 | 19:40 | 20:20
(Bíleggja pizza67 kl 20:20, maturin klárur til pausuna)
40 min pausu
21:05 | 21:45 | 22:30
(Bíleggja pizza67 kl 22:30, maturin klárur til pausuna)
pausu uppá 40 min
23:20 | 00:00
(Møguliga bíleggja vit pizza her, klokkan 00:00)