Watchpoint: Faroe Islands

Nú tá esportur er byrjaður so smátt at spíra í Føroyum, er gott høvi gott at tosa um tað nýggjasta innan esport heimin, nevniliga Overwatch.

Grein skrivað av Eyðstein Lützen

Hendan greinin er ætla at veita eina grunna lýsing av gaming ‘pallinum’ í Føroyum í við atlit til Overwatch umframt at veita ein breiðan samandrátt av spælinum fyri tey sum ikki kenna til ella ikki hava roynt tað enn. Hetta við tí fyri eyga at kunna um støðuna og vónandi fáa meira fólk í Føroyum at royna Overwatch og at gera upptøkuna av og lærutilgongdina til spæli bæði skjótari og lættari fyri nýggjar og óroyndar spælarir.

 

Áðrenn eg byrji at útgreina støðuna í Føroyum vil eg undirstrika at eg ikki havi atgongd til viðkomandi hagtøl (um tey yvirhøvur eru til), og havi ikki serkunnleika ella serligt innlit í gaming ‘pallin’ og tess støðu í Føroyum burtursæð frá at eg havi í góð 20 ár veri virkin ‘gamari’ í Føroyum. Tá tað er sagt, havi eg varhugan av at í skrivandi stund eru tað í stóran mun CS:GO, League of Legends, DotA 2 sum draga kappingarsinnaðar Føroyskar spælarir til sín, og í vissan mun World of Warcraft, alt eftur hvussu ein tulkar orðið ‘kappingarsinnaður’. Einki galið við tí, omanfyri spøl eru sera góð og hugbindandi. Sum sagt havi eg ikki hagtøl at vísa til, men útfrá virkseminum innan eitt nú facebook bólkinum “Overwatch Føroyar” (165 limir) og øðrum, tykist tað ikki at vera líka nógv fólk sum spæla Overwatch sum tað eru sum spæla áðurnevndu spøl. Í øllum førum ikki líka nógv kappingarsinnaði fólk, og tað er spell! Tí vil eg bara royna at sannføra teg, kæra lesara, um at umhugsa at ogna tær eitt eintak av Overwatch, og at ríkað bólkin av OW spælarum í Føroyum við tínum óalmenna limaskapi!

 

Fyrst og fremst er nokk best at útgreina hvat fyri slag av spæli Overwatch er, og har man vera best at kalla tað eina blanding av einum siðbundnum FPS spæli og einum so-kallaðum MOBA. Summi vildu kalla tað ein “Class-based shooter” sum eisini er fínt. Fyri tey sum kenna til Team Fortress moddi til Half-Life og sjálvstøðuga Team Fortress 2, minnur Overwatch nógv um tey, og kann vera sæð sum nútíðarhóskandi menningin av teimum. Ein annar máti at hugsa um Overwatch er sum eina blanding av Counter-Strike og League of Legends um tað er lættari at ímynda sær.

 

Í Overwatch verður leikað í ‘dystum’, har tað eru 2 lið við 6 spælarum sum skulu útinna eitt felags endamál.

Tað er í løtuni 24 ymiskir ‘heroes’ ein kann velja ímillum, hvør við sínum styrkjum og veikleikum. Hvør spælari velur sær ein ‘hero’ og harvið sín leiklut. Síðan skal hvørt lið gera sít besta at útinna endamálið sum spæli frammanundan hevur ásett. (t.d at leypa á ella at verja ein skansa.

Uttan at fara inná grundgevingar, kann róliga sigast at Overwatch er eitt ótrúliga væl gjørt og eydnað spæl, men eg vil lata ábyrgdina um at sannføra ivasama lesaran um tað, yvir til alnótina.

 

Her er eitt YouTube video sum kanska megnar tað:

 

Í Januar mánaði skipaðu vit fyri einari kapping har 48 fólk meldaðu seg til, og um tað talið er støðugt vaksandi sum góð grund er at halda, er eingin ivi um at vit fara at halda meira og størri kappingar! Um vit vilja menna e-sport pallin í Føroyum, mugu Føroyingar taka Overwatch til sín, tí tað er uttan iva tað næsta stóra. (https://overwatchleague.com/en-us/)

s

Tað stutta av tí langa er at fyri prísin á einum hálvum býtúri, 5 pakkum av sigarettum ella 280 “Bubbly” tyggigummi (í 90’unum) fært tú ogna tær eitt talgilt eintak av Overwatch sum varðar so leingi sum ‘Activision | Blizzard’ ikki ferð á húsagang, sum helst ikki verður áðrenn alheimsins hitadeyða.

Cart
  • No products in the cart.