XAROE vs GÓÐARÁÐ

Í dag verður ein dystur livestroymdur. Tað er tann millum Góðaráð og Xaroe. Hetta er ein útsettur dystur, sum hesi liðini so spæla í dag kl 21.30. Tvey ótrúliga sterk lið, sum bæði hava góðan møguleika at koma upp í topp 4, og tí tey eru so jøvn, so er hesin dysturin sera sigandi. Tað verður Kristin “Krispu” Rønne Olsen sum fer at casta.

Kom við og hygg á twitch.tv/esportfo kl 21.30, tá hesir báðir risarnir fara at buldrast!

Cart
  • No products in the cart.